Rolf Guttesen, føroyingur í Keypmannahavn: Føroyskir politikarar trúgva uppá egnan propaganda

? Tað kann heldur ikki sigast, at fólkatingsarbeiðið í Føroyum verður tikið í álvara. Eydnast tað einum umboði at sleppa í Landsstýrið, so verður næstimaðurin sendur til Danmarkar. Tað virkar, sum verður hetta hildið at vera hálvvánaligt arbeiði, sigur Rolf Guttesen.

Hann var blaðungur, tá ið hann fór til Danmarkar at lesa, og hevur búð og virka har síðani. Rolf Guttesen er 54 ára gamal, cand. scient og lektor í geografi við Universitetið í Keypmannahavn, er giftur ivð Onnu. Tey eru bæði uppvaksin í Havn, og eiga tvey tilkomin børn.

Rolf Guttesen lesur føroysku bløðini og fylgir við í tíðindunum heimanífrá, eins og í tí, sum kemur fram í donsku fjølmiðlunum.

Hann kennir seg væl millum danir. Mamma hansara var ættað úr Danmark. Hann sigur sjálvur, at móðurmálið er danskt, men at faðirmálið er føroyskt. Hann kennir seg danskan millum danir og sum føroying millum føroyingar. Hann hevur ongantíð fingið ákoyringar, hesi seinastu árini, av tí at sambandið millum Danmark og Føroyar hevur verið vánaligt.


Danir vita meir um Føroyar nú

? Tá ið starvsfelagar hava spurt, hvat tað er, sum gongur fyri seg í Føroyum, havi eg roynt at givið teimum eina skilagóða frágreiðing. Trupulleikarnir hava verið, at danir vita so lítið um føroysk viðurskifti. Eitt er tó komið burturúr. Nú vita danir, hvar Føroyar eru. Hóast alt ikki hevur verið av tí góða, so er ein ávís upplýsing, sum gongur út um sjálvt trupulleikarnar, fest seg millum danir, sigur Rolf Guttesen.

Spurdur um familjan kundi hugsað sær at flutt heimaftur, sigur Rolf Guttesen, at hjúnini royna hvør á sín hátt at arbeiða til gagns fyri føroyingar í Danmark, men at næsta ættarliðið er á trappunum. Tá er torført at flyta, av tí at børnini kenna seg sum danir, og tí vilja verða verandi í Danmark.

Hvussu verður tá hjúnini verða pensionerað um eini 25 ár, hava tey ikki reiðiliga tikið støðu til, tó at tankin um at flyta hevur verið frammi og vent.

Hvussu metir tú um framtíð Føroya, nú broytingar helst fara fram í ríkisfelagsskapinum?

? Eg ivist onga løtu í at ein framtíð er fyri Føroyum, og eg haldi ongan mótsetning verða í, um Føroyar verða ein tjóð, ella ein partur av ríkinum.

? Føroyingar hava fingið loyvi at gera sum teimum lysti síðani seinna heimsbardaga, undantikið í verju- og uttanlandspolitikki, so tann broytingin verður helst ikki so stór.

Øðrvísi verður, um oljan kemur. Hvat tá hendir, er torført at meta um, sigur Rolf Guttesen.


Føroyskir politikarar løgin sjónarmið

Hann finnist at føroysku politikarunum, tí teir ofta geva seg til kennis við sera løgnum sjónarmiðum.

Tað undrar meg stórliga, at t.d. Heini O. Heinesen kann vera formaður í Tjóðveldisflokkinum, sum er størsti flokkur í Føroyum. Serliga óheppið var tað herfyri, tá danskur journalistur spurdi Heina O. Heinesen, hvussu føroyingar kundu klára seg við ongum blokstuðli, og formaðurin svaraði: ?Nå, hvis det bliver gjort op i sidste ende, vil det nok se anderledes ud?. Slíkt gátuført aftursvar ørkymlar.

? Tað bøtir ikki um, tá vit valkvøldið hoyrdu formannin í Tjóðveldisflokkinum svara, tá hann varð spurdur, hvat flokkurin nú fór at gera, nú hann hevði vunnið valdið, og Heini O. Heinesen svaraði, at tað visti hann ikki, tí teir høvdu ikki hildið nakran fund, sigur Rolf Guttesen og leggur aftrat: ? Eg havi ikki álit á størsta flokkinum í Føroyum. Alt er so óvist, og tú hevur varhugan av, at alt kann henda, og at eingin trygd liggur aftanfyri ætlanirnar. Harnæst er Tjóðveldisflokkurin ógvuliga høgravendur flokkur, sum ber dám av afturhaldi, sigur Rolf Guttesen.

Hann heldur, at størsti vansin í føroyskum politikki er, at politikararnir trúgva uppá sín egna propaganda. Eitt nú tá Óli Breckmann sigur, at blokstuðulin bert kemur heim til Føroya at venda, fyri síðani at enda aftur í Danmark. ? Slík úttala gevur onga meining. Hetta er ein hvørvisjón. Peningurin verður brúktur til lønir o.a., sum so sæst aftur í skattakrónum og forbrúki o.s.fr. fyri síðani at fara avstað aftur, sum annar peningur eisini ger.

Onnur propaganda um blokstuðulin er, at helvtin verður goldið í rentum og avdrátti til uttanlandsskuldina. Gaman í, at rentur og avdráttir skulu gjaldast, men um blokkurin ikki var, hvar skuldi peningurin so komið frá, spyr Rolf Guttesen.

Hann heldur tað vera sera løgið, at politikarar kunnu siga slíkt, tá teir vita, at blokstuðulin fíggjar ein triðing av landshúsarhaldinum á fíggjarlógini.

Tað ljóðar eisini løgið, tá Óli Breckmann í 1993-94, rópti upp í Fólkatinginum, at tað ikki hóðaði føroyingum at gjalda meir enn 40 pst. í skatti, heldur Rolf Guttesen. Slík sjónarmið eru bert við til at ørkymla og øsa danir.

Prátið fellur á viðurskiftini hjá føroyingum í Danmark í hesi sera strævnu tíðini seinastu árini, har tað ikki altíð hevur verið so lætt at vera føroyingur.


Hvat er ein føroyingur?

? Jú, gamaní, men hvat er ein føroyingur í Danmark. Er tað eitt menniskja sum er føtt í Føroyum og sum dugir at tosa føroyskt? Míni børn duga at tosa føroyskt, men tey kenna seg sum danir. Børnini hugsa ikki politiskt um Føroyar, tað er meira um góðar dagar í summarfrítíðini, við útferðum niðan í fjøllini, ella at fara á fjørðin at fiska, sigur Rolf Guttesen.

Stóra samtaluevnið í løtuni er fólkatingsumboðanin hjá Jóannesi Eidesgaard, og her er Rolf Guttesen heldur ikki blíður: ? Tað er nógv fyri at Jóannes Eidesgaard spælir klovn í Danmark, fyri at føra valstríð í Føroyum, við at tala sína søk, um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk.

? Hvat skuldi hann gjørt øðrvísi eftir tíni meting?

? Hann er vorðin limur í Fólkatinginum, á sama hátt sum danir t.d. eru umboðaðir í ES-tinginum. Tað er óhugsandi, at danskur tinglimur í ES noktaði fyri at atkvøða, sigur Rolf Guttesen, sum samanumtikið heldur, at føroyska umboðanin í Fólkatinginum gjøgnum árini hevur verið ógvuliga vánalig. Føroysku umboðini eru komin til Danmarkar einar tvær ferðir árliga at halda røðu, og eru síðani farnir heimaftur. Tó viðgongur hann, at Jóhs. M. Olsen røkti sín fólkatingssess til lítar, og tók hetta arbeiðið í álvara.

Tað kann ikki sigast, at fólkatingsarbeiðið í Føroyum er tikið í álvara, heldur Rolf Guttesen. Hevur tað eydnast einum umboði at sleppa í Landsstýri, so verður næstimaðurin sendur til Danmarkar. Tað virkar sum verður hetta hildið at vera hálvvánaligt arbeiði, ið bara onkur skal átaka sær.

Tað sást eisini, tá Jóannes Eidesgaard ikki vildi atkvøða á formansvalinum í Fólkatinginum. Við ikki at atkvøða fyri Birthe Weiss hjálpti hann Óla Breckmann og høgraveinginum í Fólkatinginum.


Samstarv við sosialdemokratiið

? Hvat heldur tú Jóannes Eidesgaard skuldi gjørt nú?

? Best hevði verið um hann kundi fingið samstarvið í lag aftur við sosialdemokratiska flokkin, og sum báðir partar kundu liva við. Tað var ein feilur, at sambandið er vorðið so vánaligt, sigur Rolf Guttesen.

Hann tekur samanum og heldur, at tað altíð vilja vera rók í føroyskum politikki, sum skiftir kós alt eftir umstøðunum. Í 1994 var rákið við Sambandsflokkinum, eitt nú fóru Jákup Joensen og Finnbogi Arge upp í flokkin. Nú er rákið vent til fyrimunar fyri Tjóðveldisflokkinum, og tað fer ivaleyst at venda enn einaferð, alt eftir hvørja meining fólk hava um viðurskiftini.

Føroyingar hava brúkt alt ov nógva tíð og orku uppá bankamálið. Teir hava gloymt at danir hjálptu føroyingum, við at lána okkum seks mia. krónur. Um tjóðveldið var stovnað tá, høvdu føroyingar ikki havt ein kjans. Teir hava gloymt, at danir tóku um endan, og at teir nú kanska fara at eftirgeva skuldina. Tað er vert at taka til eftirtektar í hesum døgum, heldur Rolf Guttesen.


Rætt at endurskoða heimastýrislógina

Hann tosar um demagogisk rák í sjálvstýriskjakinum, har Tjóðveldis- og Fólkaflokkurin ganga á odda, men at Javnaðarflokkurin eisini roynir at sleppa upp í part. Hann heldur kortini, at heimastýrislógin krevur broytingar.

? Í veruleikanum er tað rætt at endurskoða heimastýrislógina, og her var Javnaðarflokkurin fyrstur við uppskotinum um sjálvstýrislóg, men eg haldi, at flokkurin ikki gjørdi sítt arbeiði til lítar. Eitt nú við at upplýsa nágreiniliga, hvat var galið við gomlu lógini, og hvat var neyðugt at broyta.

? Her átti Javnaðarflokkurin at skipa fyri einum orðaskifti, eins og eisini fingið í lag, at ein sonevnd ?hvítbók? varð gjørd, um vansar og fyrimunir o.s.fr., sigur Rolf Guttesen.

? Hava føroyskir politikarar verið til ógagns fyri Føroyar hesi árini?

? Hóast bankamálið avgjørt er eitt stórt mál, so haldi eg at føroyskir politikarar hava fokuserað alt ov nógv uppá hetta málið einsamalt. Tað er so nógv annað sum krevur viðgerð, eitt nú hvussu fiskivinnupolitikkurin skal skipast, endurnýggjan av skipaflotanum, og hví kvotuskipanin bert bleiv ein viðfáningur, ella í heila tikið at skapa ein vinnupolitikk.

Sjálvt um støðan í Føroyum er batnað seinastu árini, so er hon ikki stabil. Gamaní at fiskiveiðan hevur verið óvæntað góð, prísurin góður, men um fiskiveiðan minkar koma trupulleikarnir aftur, og tá er ikki óhugsandi at ein kreppa aftur tekur seg upp.


Skomm at krevja loysing

? Hvat heldur tú er skilabest at gera politiskt?

? Tað er m.a. at fáa skil á heimastýrislógina, og gera eina sjálvstýrislóg, sum gevur føroyingum størri ábyrgd, tó at eg ikki haldi at loysing er gott hugskot.

Hví ikki loysing?

Føroyar eru ov fámentar. Verður tað veruleiki, so kemur split í sambandið millum Danmark og Føroyar, av tí at føroyingar fara at biðja danir umsita so nógv økir fyri seg, at tað verður ein skomm. Tá verður bert fótbólturin, frímerkini og merkið føroyskt, sigur Rolf Guttesen.