Rolf Guttesen: Hvat hevði Sundstein so at bera fram?

Nú hevði eg væntað at fáa nakað nýtt at vita, tá sjálvur Jógvan Sundstein trívur í pennin, og fer at rættleiða meg um ymiss viðurskifti um Jóannes Patursson. Jógvan, fyrrverandi Føroya Løgmaður og formaður í Fólkaflokkinum hevur jú eitt langt og aktivt lív verið frammalaga í sama flokki, sum Jóannes Patursson var uppi í, í síni tíð.

Rolf Guttesen

Men eiðasørt. Her kemur einki nýtt fram. Og ikki ein setningur í tí eg havi skrivað, kann hann dementera ella vísa aftur. Eks-løgmaðurin brúkar bara pláss uppá ábendingar um at eg vil niðurgera JP og havi haturskenslur móti honum.

So er ikki. Eg haldi tvørturímóti, at JP er ein sera áhugaverdur persónur í sínum samansetta kompleksiteti. Men ein partur av hesum kompleksiteti letur til at vera burturgloymdur ella goymdur av nógvum í dag.

Trúðarsetningar sum prógv?
Her nytta trúðarsetningar einki. Tað nyttar einki at prógva við gomlum talumátum, sum: Tað skerst jú ikki burtur, at høvuðsorsøkin til alla framgongd í Føroyum hevur verið sjálvstýris- og sjálvbjargnishugsjónin. Her var Bóndin jú ein høvuðspersónir& Hatta vísir naka um eina nokkso grunna søguvitan hjá JS.

Hesin Bóndin var til dømis - ein høvuðspersónur í stríðnum ímóti, at ognarleys fingu jørð sum traðarmenn. Hann arbeiddi politiskt ímóti traðarmonnum, sum royndu at lívbjarga sær við einum hálvum ella heilum kúfóðri. Les tað, sum JP skrivaði og talaði um gráubók. Hetta hevur hann eisini skrivað um í fascistavinarliga Norsk Årbog. Hann kallar traðirnar fyri: eit revolusjonerande indgrip i dei rettar som jordbrukarne hadde havt frå norsketidi av etter lov og sedvane Hetta er eingin framburðsmaður, sum skrivar. Hetta er Junkarin, góðseigarin, miðaldarleivdin, ein stokk-konservativur politikkari..

Herðaklapping í sjálvstýrisrørsluni
Annars, at øll framgongd í Føroyum er komin frá sjálvstýrishugsjónini, vísir eina tankagongd, sum er djúpt sjálvforherligandi, egocentrisk og skeiv.

Hvaðani er vælferðarsamfelagið komið? Ikki frá Fólkaflokkinum. Og enn minni Jóannes Patursson eigur lut í tí. Tað skuldi verið óneyðugt at nevnt flokk og persón, sum var kraftin og dynamo í hesum.

Mín vurdering er, at uttan tær fyrstu vælferðarlógirnar, sum blivu gjøgnumførdar síðst í 50-unum, hevði Føroyska samfelagið uppá allar mátar verið lítið í dag. Men, sum sagt ein vurdering. Onnur kunnu hava aðrar vurderingar.

JS trýr (aftur ein trúðarsetningar) heldur ikki at HJ Debes hevur forvanskað søguna um JP. Hartil er bert at svara, at mín gamli vinur HJ Debes ikki hevur skrivað alla søguna.

Er JS púra óvitandi?
Sundstein skrivar: So kemur ein kryptisk (gátufør; rg) viðmerking um, at JP ikki var einsamallur. Nei, sum nevnt vóru hetta ár har fascisman blómaði í Europa. Men er JS óvitandi um at persónar høvdu nazi-sympatiir, eisini í hansara flokki? Tað kann ikki passa!

Faktum est!
Faktum er framvegis, - at JP hevði norska nazistin Adolf Hoel sum gest og agitator í Føroyum. JP visti at Hoel var nazistur.
Faktum er eisini, - at JP, ikki bert einaferð, skrivaði í norska fascistavinarliga tíðarritinum Norsk Årbog. JP visti um linjuna í hesum riti.

Søgan verður ongantíð liðug
Hetta eru bert tvey faktuel ting, sum eru framløgd, og sum lýsa ein part av kompleksitetinum í Jóannesi Patursson. Fýra menn, Jacobsen, Mohr, Vang og Sundstein, sum ikki dáma at fáa keðilig søgulig fakta fram, hava nú tikið til orðanna. Eingin hevur so mikið sum roynt at mótprógva ella argumentera ímóti tí lítla, sum er framlagt! Felags er, at allir halda at hetta er skriva í illsinni ella blindari øði. So er slett ikki.

Tað var meiri ein undran á manglandi fornemilsi av proportiónum og søguligari vitan. Nú hetta er farið framvið, undrist eg enn meir. Eg undrist kanska minst á tað, sum hesir fýra hava skrivað. Kanska meira á tøgnina annars. Eg respekteri teirra sjónarmið, men eri ikki samdur.
***