Romica og Marjun hevaðu best

Ein Føroyameistari og ein silvurvinnari vórðu kosnir bestu hevararnir í kappingini

At valið fall á Marjuna Kalsø, kom helst ikki óvart á nakran. Marjun er gomul í garði, og sjálvt um hon ikki er nakar ársungi longur, hevur hon ferð eftir ferð víst, at tað framvegis er dugur í henni.
Umframt at vera góður hevari, er Marjun innpískarin á Mjølnir liðnum, sum í ár gjørdist ov stutt til at vinna meistaraheitið. Hinvegin vann Marjun gull á Oyggjaleikunum og eisini ta ferðina var hon fyrsti hevari á liðnum.
Samanumtikið eitt gott val.
Á øðrum plássi kom ein nýggjari leikari. Anne Mia Johansen frá Føroyameistarunum av Tvøroyri gjørdist nummar tvey meðan Rúna Hentze gjørdist nummar trý.
Hjá monnum varð Romica Øster kosin besti hevari hetta kappingarárið. Her hevur helst verið rættiliga tætt, tí teir báðir kappingarneytarnir hjá Romica ? Klæmint Isaksen og Kaj á Stongum ? hava til tíðir spælt sera væl í ár, men tá hugsað verður um, at Fram gjørdist Føroyameistari, kann valið forsvarast.
Romica er góður leikari, men okkara fatan er, at hann hevur verið rættiliga svingandi í ár. Avgerandi hevur helst verið, at hann gjørdist Føroyameistari við Fram og tað er í lagi.