Ronaldinho ikki á Tórsvølli

Fyri bara trimum árum síðani varð hann kosin heimsins besti fótbóltsspælari, men seinasta kappingarárið hevur ikki verið nakar dansur á rósum hjá nú 28 ára gamla Ronaldinho, sum hevur mist sítt pláss í bæði Barcelona og á brasilska landsliðnum

Longu í vár stóð greitt, at spælarin neyvan hevði nakra framtíð á Camp Nou, og eitt tað besta boðið upp á nýggjan arbeiðsgevara hevur leingi verið Manchester City, sum hósdagin vitjar EB/Streym á Tórsvølli. Men tað verður helst uttan Ronaldinho. Stóra italska blaðið La Gazzetta dello Sport skrivaði um vikuskiftið, at tað eru bert smálutir, sum skilja Ronaldinho og AC Milan, sum fer at rinda Barcelona góðar 100 milliónir fyri spælaran. Sjálvur sigst Ronaldinho fáa knappliga 50 milliónir í ársløn í nýggja sáttmálanum.