Cape Town í Suðurafrika var í dag karmur um lutakastið til innleiðandi bólkarnar í HM-endaspælinum, sum verður í summar.
Og sanna krúttunnan gjørdist bólkur G, har Brasil, Portugal, Fílabeinsstrondin í Norðurkorea eru í bólki saman. Ein bólkur, sum altso inniheldur tríggjar av teimum, sum verða roknaðir millum avgjørt bestu spælararnar í heiminum, og sum eisini inniheldur undirtónar frá koloni-tíðini.
Ongland skal í bólkaspælinum dystast við USA, og Danmark er í bólki við Hollandi.
Bólkur A
Suðurafrika
Mexico
Uruguay
Frakland
Bólkur B
Argentina
Nigeria
Suðurkorea
Grikkaland
Bólkur C
Ongland
USA
Algier
Slovenia
Bólkur D
Týskland
Australia
Serbia
Ghana
Bólkur E
Holland
Danmark
Japan
Cameroun
Bólkur F
Italia
Paraguay
New Zealand
Slovakia
Bólkur G
Brasil
Norðurkorea
Fílabeinsstrondin
Portugal
Bólkur H
Spania
Schweitz
Honduras
Chile