Rooney bestur í januar

Seks mál í fýra dystum vóru viðvirkandi til, at Wayne Rooney varð kosin besti spælarin í Premier League í januar mánaði. Hetta er fimta ferðin, at Rooney er valdur til mánaðarinnar spælara í Premier League. Rooney skoraði fýra mál, tá Manchester United spældi á heimavølli móti Hull, og í seinasta dystinum í mánaðinum hevði hann høvuðsleiklutin, tá Manchester United við 3-1 útisigri móti Arsenal helt fast um trýstið á Chelsea. Besti venjarin í januar mánaði gjørdist fyrrverandi venjarin hjá Rooney, David Moyes, í Everton. Everton vann tríggjar av fýra dystum í januar. Einasti dysturin, sum teir ikki vunnu, var á Emirates, har Arsenal í evstu løtu bjargaði sær javnleik móti Everton.