Rooney og Rio við, men Robben ivasamur

Tað eru 11 ár síðani, at Manchester United vann minniligu Champions League finaluna móti Bayern Munchen, tá Teddy Sheringham og Ole Gunnar Solskjær vendu dystinum í evstu løtu. Í morgin hittast risarnir so aftur. Hesa ferð í fjórðingsfinaluni í Champions League.

 

Hjá Manchester United eru stóru ivamálini Wayne Rooney og Rio Ferdinand. Báðir sótu yvir, tá Manchester United í vikuskiftinum vann 4-0 á Bolton. Nú er so greitt at teir báðir eru við ferðalagnum, ið fór avstað í dag.

 

Fyri Bayern Munchen er hetta ein møguleiki at hevna tapið í 1999. Millum lyklaspælararnir hjá Bayern eru framrættaðu vong spælararnir Arjen Robben og Franck Ribery. Ribery hevur verið nógv skaddur í ár, men seinasu tíðina er hann komin fyri seg. Tað tykist vera vist, at hann byrjar í annaðkvøld. Verri er við Arjen Robben, ið hevur ein skaða at dragast við og møguliga ikki verður tøkur til dystin.

 

Fyrra fjórðingsfinalan verður á Allianz Arena í Munchen í annaðkvøld kl 19.45