Rooney hevur verið smáskaddur í seinastuni. Í vikuskiftinum sat hann yvir, tá Manchester United vitjaði Bolton. Tað sást annars ikki á Rooney gjøgnum dystin, at hann hevur havt nakran skaða at dragast við. Longu eftir tveir minuttir legði hann gestirnar á odda. Hann var eisini eyðsýndur allan dystin og kundi lagt Manchester United á odda 2-0, tá hann bleiv leysur í Bayern brotssteiginum.
Í sama álopinum sum Bayern Munchen legði seg á odda 2-1, beklaði Rooney. Hann fekk ikki hildið fram og mátti fáa hjálp at koma av vøllinum.
Enn er óvist hvussu álvarsamur skaðin er og um Rooney verður tøkur til vikuskifti, tá Chelsea kemur á vitjan á Old Trafford.