Rooney skuggaði fyri Beckham

Miðlaheimurin stóð klárur við Beckham yvirskriftini, men eins og í Milano, so var tað Wayne Rooney, ið stjól myndina. Sosialurin var Old Trafford, tá Manchester United í gjár flongdi AC Milan 4-0

Longu um fimm tíðina, góðar tríggjar tímar áðrenn dysturin skuldi byrja, høvdu fólk stillað seg at bíða eftir bussinum við spælarunum. Stutt fyri klokkan seks kom bussurin við Manchester United-spælarunum. Hóast fólk høvdu bíðað leingi, so sást á spælarunum, at teir høvdu annað at hugsa um. Fyriuttan Sir Alex Ferguson, ið veittraði til mannamúgvuna, skundaðu spælararnir sær inn á Old Trafford.
Tað gekk meiri enn ein hálvur tími, áðrenn bussurin við AC Milan-spælarunum kom. Nógv høvdu vónað at fingið eyga á David Beckham, men eins og allir hinir, gjørdi hann skjótt av og fór beina leið inn á stadion. Seinasti maður úr bussinum var Ronaldinho, sum var í sínum egna hugaheimi við stórum oyramikrofonum. So hann hoyrdi einki, tá Milan-viðhaldsfólkini róptu navn hansara.
Flestu av Milan-viðhaldsfólkunum vóru longu komin inn á Old Trafford, tá spælararnir komu út at hita upp. Sermerkt við upphitingini hjá AC Milan var, at Ronaldinho hitaði fyri tað mesta upp fyri seg sjálvan við einum bólti. Tá Milan-spælararnir skuldi gera ymsar renningar, kom Ronaldinho spákandi yvir og tók lutvíst part í renninginum.
David Beckham, sum byrjaði á bonkinum, spældi bólt á miðjuni saman við hinum útskiftarunum. Ronaldinho var eisini síðsti maður av vøllinum fyri dystin, tí hann royndi at raka tvørstongina við longum avleveringum, meðan Milan-viðhaldsfólkini hugnaðu sær óført.

Bæði elska og hata
Tað er okkurt serliga við Champions League-dystum. Tað hendir eitt ella annað serligt, tá Champions League-eyðkennislagið verður spælt fyri dystarbyrjan, tí tað fær av einari ella aðrari orsøk hárini á kroppinum at reisa seg. Tá lagið var liðugt, góvu áskoðararnir á Old Trafford eitt ordans brøl frá sær, og so var klárt at bríksla dystin í gongd millum tvey feløg, sum sínamillum hava verið í fýra av fimm teimum síðstu Champions League-finalunum.
Milan-viðhaldsfólkini hildu ein øgiligan gang fyrstu løtuna, men tað gekk minni enn eitt korter, so var tøgn teirra millum. Orsøkin var sjálvandi høvdið á Wayne Rooney, ið enn eina ferð skoraði ímóti Milan.
Í hálvleikinum hitaði Beckham upp við at renna aftur og fram. Hvørja ferð hann nærkaðist áskoðarunum, klappaðu teir. Tá dómarin bríkslaði seinna hálvleiki í gongd, sendi venjarin hjá AC Milan, Leonardo, fyrrverandi United-spælaran at hita meira upp á síðulinjuni, og tá reistust øll Manchester United-viðhaldsfólkini fram við síðulinjuni saman við Milan-viðhaldsfólkinum og klappaðu.
Men í somu løtu misti Milan verjan bóltin og Nani fór tvísporandi avstað. Við eini frálíkari sending við uttarsíðuni spældi hann Rooney leysan, sum skoraði trygt. Løtu seinni økti Ji-Sung Park til 3-0.4Tá fóru øll Manchester United-viðhaldsfólkini at syngja eftir eigaruinum. »Love United – Hate Glazers« og »We want Glazers out«, meðan tey veittraðu við grønu og gulu hálsturrikløðunum og vístu fram tvey fløgg við áskriftini, L-U-H-G, ið stendur fyri: »Love United – Hate Glazers«.

So kom stóra løtan
Stutt eftir 3-0 málið, kom løtan, ið øll høvdu bíðað eftir. Maðurin, sum so mangan hevur átt síðsta og næstsíðsta fótin á, tá Manchester United hevur skorað, gjørdi seg nú kláran at koma innaftur á gamla heimavøllin hjá sær.
Manchester United-viðhaldsfólkini á Old Trafford gjørdu eisini greitt, at teimum enn dámar væl David Beckham, sum fekk eina megnar móttøku, tá hann steig inn á vøllin. Tað var eisini líka við, at hann skoraði, tá hann smekkaði til uttanfyri brotssteigin, men Van der Sar bjargaði.
Seinasta orðið í dystinum fekk tó Darren Flecther, tá hann stútaði eitt gott innlegg í málið til endaliga úrslitið 4-0, sum sendi United víðari við samanløgdum 7-2 sigri.
Tá dysturin var liðugur, var David Beckham síðsti maður av vøllinum. Hann gav sær góðar stundir at takka bæði Milan- og Manchester United-viðhaldsfólkunum fyri stuðulin. Og á veg út av vøllinum tók hann eisini eitt grønt og gult hálsturriklæð rundan um hálsin, til stóra gleði fyri Manchester United-viðhaldsfólkini.
Eftir stóð tó, at størsta stjørnan hjá Manchester-liðnum í dag, Wayne Rooney, enn eina ferð megnaði at skugga fyri Beckham…


FAKTA um dystirnar

Manchester United-AC Milan 4-0 (1-0)
1-0: Wayne Rooney, 13.
2-0: Wayne Rooney, 46.
3-0: Park Ji-Sung, 59.
4-0: Darren Fletcher, 88.
Manchester United víðari við samanløgdum 7-2 sigri

Real Madrid-Lyon 1-1 (1-0)
1-0: Cristiano Ronaldo, 6.
1-1: Miralem Pjanic, 75.
Lyon víðari við samanløgdum 2-1 sigri