Rooney stjól myndina í Milano

AC Milan kom annars á odda eftir bert tríggjar minuttir. Eftir eitt David Beckham fríspark endar bólturin hjá Ronaldinho, sum umvegis ein Manchester United leikarara legði vertirnar á odda. Milan tóktis hava tamarhald á dystinum fram til 36. minutt. Tá svaraðu gestirnir aftur. Í eini roynd at sparka eitt innlegg í málið, rakti bólturin standibeini hjá Paul Scholes, snýtti Milan málverjan og fór í málið.

 

Um miðjan seinna hálvleik tók Wayne Rooney yvir. Fyrst stútaði hann hegnisliga bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá innskifta Valencia. Løtu seinni gjørdi Rooney tað sama, tá Darren Fletcher legði innfyri úr vinstru síðu.

 

Clarence Seedorf, sum bleiv skiftur inn fyri Beckham í seinna hálvleiki, minkaði um munin fimm minuttir fyri tíð eftir uppspæl frá Ronaldinho.

 

Í Fraklandi vann Lyon 1-0 á Real Madrid. Jean Makoun skoraði einasta málið í dystinum.

 

Ein dystur var í Europa League í kvøld. Everton vann 2-1 á heimavølli móti Sporting Lisbon. Steven Pienaar skoraði bæði málini hja Everton, meðan Miguel Veloso stutt fyri tíð minkaði um munin uppá brotsspark.

 

Í Premier League spældu Stoke móti Manchetser City. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Glenn Whelan legði Stoke á odda, men fimm minuttir fyri tíð javnaði Gareth Barry fyri Manchester City, sum nú liggur á fjórða plássið.