Millum fimm og seks í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Gøtudali.
Tað var ein bilur, sum hevði rent á eitt ross. Tey bæði fólkini í bilinum vórðu send á sjúkrahúsið til kanningar, meðan leitað var eftir rossinum.
Bilførarin í bilinum var fyrrverandi løgmaður, Annfinn Kallsberg.
- Tað var eitt ógvusligt upplivilsi. Áðrenn eg visti av, vóru rossini uppi á vegnum beint framman fyri bilin, greiðir Annfinn Kallsberg frá.
Tey bæði, hann og konan, komu koyrandi norður gjøgnum Gøtudal, so ferðin lá um 80 km/t. Tey høvdu júst koyrt fram við omankoyringini til Norðragøtu nærindis Sarpugerði, tá tvey ross brádliga lupu upp á vegin framman fyri bilin.
- Tað var kolmyrkt, hetta er jú út á kvøldið. Rossini komu upp á vegin beint framman fyri meg, og eg visti einki, fyrr enn eina rossið lá uppi á hjelminum og fór aftureftir upp á takið og so aftur um bilin, sigur hann.
Bilurin er farin í knús, men tey bæði sluppu frá óhappinum óskalaði.
- Airbaggurin hevur sjálvandi bjargað okkum. Vit lógu náttina yvir á sjúkrahúsinum til eygleiðing, men vit hava ikki fingið nakað mein og eru nú á veg heim, sigur hann.
Sambært løgregluni er rossið heldur ikki komið til skaða í óhappinum. Hetta undrar Annfinn Kallsberg.
- Øll gronin er vekk á bilinum. Rossið fór upp um allan bilin. At tað ikki skal hava fingið mein av brestinum ljóðar ótrúligt, sigur hann.