Royal dragnar

Alt bendir á, at Nicolas Sarkozy fer at vinna franska forsetavalið sunnudagin. Fáa tær seinasti veljarakanningarnar rætt, verður Nicolas Sarkozy forseti í Fraklandi.

Eftir kanningunum, sum eru almannakunngjørdar í dag, fær Sarkozy 54,5 prosent av atkvøðunum, og Ségoléne Royal fær 45,5 prosent.

Ségoléne Royal gjørdi í morgun eina seinastu roynd at ávara fransmenn ímóti at velja Sarkozy. Hon vildi vera við, at Frakland verður eitt harðligari samfelag, verður Nicolas Sarkozy forseti.