Núverandi stjórin í Tusass, sum er almenna grønlendska telefelagið, Toke Binzer, fer seinni í ár at skifta starv og verður nýggjur stjóri í stóra almenna grønlendska fiskivinnufelagnum, Royal Greenland.
Toke Binzer tekur við starvinum sum stjóri í Royal Greenland hin 1. desember í ár.
Royal Greenland hevur verið í fíggjarligum trupulleikum við stórum halli seinastu árini, men nú er gongdin so smátt byrjað at venda, soleiðis at fyrra hálvár í ár gav eitt hall á 11 millónir krónur fyri skatt.
- Saman við samtakinum gleði eg meg at styrkja okkara virksemi á altjóða stigi og skapa virðir til gagns fyri alt Grønland, sigur komandi stjórin í Royal Greenland, sum hevur verið stjóri í Tusass síðan í mars 2024.
Nevndarformaðurin í Royal Greenland, Niels Thomsen, sigur í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur, at tey gleða seg at taka ímóti nýggja stjóranum, sum hevur víst seg at vera ein sterkur og nútímans leiðari.
Nýggi stjórin kemur ístaðin fyri Preben Sunke, ið hevur verið virkandi stjóri í Royal Greenland, síðani Susanne Arfelt Rajamand varð uppsøgd í februar. Hon sat í stjórastarvinum í tvey ár.