Ferðafólkini vóru millum annað útferð undir Vestmannabjørgunum. Við á ferðini var Peter Rutterford, majorur. Jógvan á Dul, sum var ferðaleiðari, greiddi millum annað ferðafólkunum frá bretsku hersetingini undir krígnum. Tá var tað, at Peter Rutterford segði honum, at hann var leiðari av Royal Marines, tá teir vitjaðu aftur í Føroyum í 1990 - fimmti ár eftir hersetingina.