Eftir áheitan frá skúlastýrinum í Nes kommunu, er nú roykiforboð sett í gildi á skúlans øki á Toftum.
- Leiðslan fyri skúlan og Nes kommuna hava viðgjørt áheitanina og taka undir við skúlastýrinum. Skúlans øki er alt økið rundan um skúlan og vegurin fram við skúlanum. Forboðið er galdandi alt døgnið, skrivar Nes kommuna á síni heimasíðu.
Lagt verður aftrat, at við koyrivegnum fram við skúlanum, er roykiforboðið tó bert galdandi fyri næmingar og starvsfólk skúlans.