At hvalbingar ætla sær okkurt í ár, man lítið vera at ivast í.
Í fyrsta umfari av landskappingini vóru teir á Eiði og vunnu 3-1 á EB/Streymi, og leygardagin var tað NSÍ, sum mátti lúta fyri Royn, ið nú hevur fult stigatal, seks fyri tveir dystir.
Royn vann dystin móti NSÍ 1-0, og eingin kundi siga nakað til sigurin á grasinum í Hvalba.
Vøllurin var rættiliga harður og óslættur at spæla á, og um spælt varð á graslíki, hevði úrslitið kanska verið eitt annað, men soleiðis eru treytirnar, eisini hjá NSÍ.
Sum var, høvdu runavíkingar verið nøgdur við at fáa eitt stig við sær norður um aftur, og tað var eisini tað, teir satsaðu uppá.
Mál í seinastu løtu
Royn var omaná so at siga allar teir fyrstu 45 minuttirnar, men tað var ikki fyrr enn í allarseinastu løtu av fyrra hálvleiki, at einasta málið í dystinum kom.
Heimaliðið fekk hornaspark, bólturin kom niður við handaru stong, og har stakk Jákup Midjord seg fram um verjuna og fekk sett fótin á, so bólturin fór í málið.
Tá høvdu hvalbingar havt fleiri risastórar kjansir seinastu tíggju minuttirnar, og tað var uppiborið, at teir fingu leiðsluna. Aftan á málið fór NSÍ út á miðjuna, sentraði, og so var fyrri hálvleikur lokin.
Í seinna hálvleiki fekk NSÍ eitt sindur meira at siga. Petur Hammer fekk ein stóran kjans, men onkursvegna rakti hann bóltin skeivt, tá hann skuldi skalla hann inn. Tað hevði tó ikki verið serliga rættvíst mótvegis Royn, um teir ikki skuldu fingið øll trý stigini burtur úr dystinum. Tað fingu teir, og saman við HB eru teir nú trý stig framman fyri næstu liðini í 2. deild, nú tvey umfør eru løgd afturum.
Komandi leygardag skal Royn til Klaksvíkar at vitja næstbesta KÍ-liðið, og tað verður neyvan nøkur løtt uppgáva hjá hvalbingum.