Royna at fáa avtalu við Brasilia

Føroyskar fyritøkur sleppa møguliga skjótt at útflyta teirra vørur til ein av fólkaríkastu marknaðunum í heiminum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan arbeiðir nevniliga í løtuni vit at fáa røttu góðkenningarnar á pláss, soleiðis at føroyingar kunnu útflyta til Brasilia.


Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni verður upplýst, at ein umsókn er latin brasilsku myndugleikunum umvegis donsku sendistovuni í Brasil, so teir kunnu kanna, hvørt heilsufrøðiliga skipanin í Føroyum samsvarar við tað, ið brasilar vænta av eini slíkari skipan.


- Vísur tað seg, at brasilskir myndugleikar eru nøgdir við innihaldið í drúgvu usmóknini, vænta vit, at Føroyar fáa eina sokallaða landagóðkenning. Hetta merkir, at myndugleikarnir har hava góðkent føroysku skipanina, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.


Talan er tó einans um fyrsta stigið. Um Føroyar fær eina landagóðkenning, so má hvør fyritøka sær, ið ynskir at útflyta til Brasil, fáa sína egnu góðkenning frá brasilsku myndugleikunum.


Seinastu árini hevur tað eydnast Heilsufrøðiligu starvsstovuni at fáa í lag avtalur við Russland, Kina, Kanada og Vietnam.