- Vit eru ógvuliga greið yvir trupulleikan.
Tað staðfestir Andras Róin, stjóri í Bústøðum.
Trupulleikin, hann sipar til, er tað, sum verður nevnt í aðrari grein her í blaðnum um prísin at leiga íbúðir frá Bústøðum.
- Vit ásanna, at tann leiguprísurin, sum hevur verið nevndur, er so mikið høgur, at tað kann verða torført hjá summum samfelagsbólkum, at hava ráð til at leiga sær íbúð.
- Tí viðger stýrið fyri Bústaðir ymsar møguleikar fyri, hvussu tað kann verða bíligari at leiga, sigur Andras Róin.
- Vit ásanna, at vit hava eina stóra avbjóðin í hesum sambandi, men vit gleða okkum til at viðgera spurningin um, hvussu leigan kann fáast niður, leggur hann aftur.
Men hann sigur, at av tí, at málið er undir viðgerð, kann hann einki siga um úrslitið enn.
163,80 krónur
163,80 krónur!
Hetta er tað, eitt fólk við hægstu fyritíðarpensjón, hevur til avlops um mánaðin, tá ið allar útreiðslur eru goldnar.
Tað vísir eitt nágreiniligt, fíggjarligt yvirlit, Sosialurin hevur fingið frá Javna.
Yvirlitið er tað veruliga, fíggjarliga yvirlitið hjá einum ávísum fólki, sum býr einsamalt á einum kamari á sambýli.
Talan er um eitt fólk, sum skal hava hjálp til rættiliga nógv, eitt nú at fara í biograf, at ferðast, á matstovu o.s.fr.
Í hesum føri skal fyritíðarpensjónisturin rinda bæði fyri seg sjálvan og fyri hjálparfólkið.
Yvirlitið er frá 2010, men Javni sigur, tað gevur framvegis eina rætta mynd av støðuni, tí fortreytirnar eru at kalla ikki broyttar.
Yvirlitið vísir, at pensjónin er 13.290 krónur um mánaðin eftir skatt.
Leigan er sett til 2.500 krónur um mánaðin og matur, matur, reingerð og trygging eru sett til 4.000 krónur.
Tað er eitt krav frá sambýlinum, at 2000 krónur verða settar á eina ferðakontu um mánaðin og harafturat verða 1.000 krónur settar í eftirlønarsamansparing.
Og tá ið Heilsurygd, fysioterapi, heilivágur, tannlækni, limagjald í Javna, og aðrar útreiðslur, eru drignar frá, vísir yvirlitið, at føstu útreiðslurnar eru tilsamans 13.126,20 krónur um mánaðin.
Sostatt eru 163,80 krónur eftir til taks um mánaðin, skuldi okkurt óvæntað stungið seg upp.
Tað merkir, at skal hetta fólkið leigað íbúð frá bústøðum fyri 5.000 krónur um mánaðin, er stórt hall. Treytin fyri at fáa roknistykkið at ganga upp,er at kontan til ferðing verður strikað.