Royna at gera tað stuttligt

Tey vísa børnum og vaksnum, hvussu tað eisini ber til at fáa ein stuttleika burtur úr tí, sum ljóðar eitt sindur turrisligt

- Undirvísing fyri børnunum og vísindaveitslur fyri familjum.

 

Tað er hetta, sum er á skránni í skúlanum í Hvalba í allan dag.

 

Í morgun hava børnini í teimum smærri skúlunum verið savnað í skúlanum í Hvalba, har tey hava fingið undirvísing í Náttúru- og tøkni upp á ein heilt annan máta, enn tey eru von við.

 

Børnini hava verið úr Hvalba, Fámjin, Porkeri og úr Sumba, og tey hava gjørt alskyns merkiligt, sum tey ikki hava roynt fyrr.

 

Og nú seinnapartin klokkan trý, verður tiltakið alment, har tey fara at hava ymiskt á skránni fyri allari familjuni, og har kunnu so onnur børn, og vaksin, koma at síggja, at tað, sum kanska ljóðar eitt sindur turrlisligt, eisini kann verða rættiliga stuttligt.

 

Har verður eisini gykl fyri stórum og smáum, vísindareyp og Pól Arni Holm og Jón Áki Egholm far at syngja og spæla.

 

Hetta er eitt norðurlendskt tiltak, tey kalla Seturstokið og í Føroyum er skúlin í Hvalba er fyrsti skúlin, sum fær vitjan av tokinum.

Seinni í ár verður farið til Nólsoyar, til Sands og til Sørvágs.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av Seturstokinum í Hvalba í morgun