Á Havsbrún í Fuglafjørði hava tey ikki enn viljað viðurkent, at slagið um ídnaðarfiskin undir Føroyum er tapt.
Sum greitt er frá í greinini niðanfyri, hevur leiðslan á Havsbrún slept sakarmálinum, sum hon leingi hevur hótt við at leggja ímóti Landsstýrinum við kravi um endurgjald fyri mista inntøku av, at ídnaðarveiðan undir Føroyum varð bannað.
Men tað merkir ikki, at málið um ídnaðarfiskiskapin undir Føroyum er slept og at leiðslan á Havsbrún hevur givið skarvin yvir.
Verri enn so.
Ístaðin fyri at stevna, fara vit av øllum alvi at royna at fáa Landsstýrið at geva bátunum loyvi aftur at fiska ídnaðarfisk undir Føroyum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún.
Hann sigur, at fara at føra síni sjónarmið so kraftiga fram sum yvirhøvur til ber.
Vit gera tað, tí at tað er skilaleyst ikki at at taka fiskiskapin uppaftur, sigur stjórin á Havsbrún.
Hann sigur, at ídnaðarfiskiskapurin undir Føroyum kundi givið Havsbrún eini 30.000 tons av rávøru um árið.
Tá ið tey eru virkað, eru tey verd einar 60 milliónir.
So tað eru stór virðir, talan er um.
Og táið ongar lívfrøðilgar orsøkir eru til at steðga fiskiskapinum, er tað skilaleyst ikki at taka hann uppaftur, sigur Bergur Poulsen.
Hann sipar til, at fiskifrøðingar hava víst tað á, at tað er lívfrøðiliga forsvarligt at fiska 30.000 tons av ídnaðarfiski undir Føroyum um árið.
Trýst og ósemja
Stjórin á Havsbrún vísir á, at hetta eru stór virði, sum fara fyri skeytið.
Tey fara fyri skeytið av tí at politikarar góvu eftir fyri trýsti frá bólkum í fiskivinnuni, sum vilja ídnaðarfiskiskapinum til lívs, og sum viga tyngri í atkvøðukassanum, enn ídnaðarfiskarar gera.
Men eg havi eisini varhugan av, at politiskt klandur ímillum flokkarnar hevði stóran týdning fyri málið.
Høvdu politikararnir hildið høvdið kalt og tosað saman við skili, hevði tað møguliga ikki hent, at ídn-
aðarveiðan varð avsøgd, heldur hann.
Javnvág í náttúruni
Bergur Poulsen sigur, at verður ídnaðarfiskur fiskaður við skili, er ikki grundarlag fyri at avhøvda vinnuna.
Vit mugu hava javnvág í náttúruni.
Er ov nógv til av einum fiskaslagið, er vandi fyri, at tað køvir eitt annað fiskaslag.
Tað, vit hoyra av grunnunum, er, at tað er so kjokkfult av hvítingsbróðuri at síggja, og teir fáa eisini nógvan hvítingsbróður.
Og er ov nógvur hvítingsbróður, er vandi fyri, at hann etur ov nógvan yngul, m.a. toska- og hýsuyngul.
Hann góðtekur heldur ikki gundgevingina um, at ínaðarveiðan skal bannast tí at tað er so nógvur hýsuyngul uppi í.
Hjáveiðan kann stýrast. Við ristini, sum nú er til taks, ber til at halda hjáveiðina niðri undir 2%, sum hevur verið hámarkið. Tað verður so ikki tað, sum fer at beina fyri hýsuni.
Í dag eru skipini so framkomin, og prísurin á hvítingsbróðuri so góður, at tað eru ongir trupulleikar av at fáa skipini at bera seg.
Miðvíst lobbyarbeiði
Í løtuni situr leiðslan á Havsbrún so statt og fyrireikar hvussu farast skal fram í royndunum at fáa landsstýrið at skifta støðu og at loyva ídnaðarveiðini aftur.
Vit hava tosað eitt sindur John Petersen, fiskimálaráðharra.
Bergur Poulsen sigur, at frá honum hava tey als onga ábending fingið
Men tað tekur sína tíð at fáa politikararnar at skifta støðu í einum so viðkvæmum máli.
Tað er eitt stórt og miðvíst lobbyarbeiðið, sum skal til. Men vit ætla okkum at royna, tí vit halda, at tað er tað einasta rætta, sigur Bergur Poulsen.