Klaksvíkingar hava ikki givið skarvin yvir, hóast uppboðs-sølan hjá Sjótorginum mátti gevast.
Tí nú í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa eina nýggja uppboðssølu á føtur í Klaksvík.
Vónirnar vóru annars sera góðar, tá ið Sjótorgið læt upp í vár.
Men vónirnar hildu ikki, og seint í summar mátti kappingarneytin hjá Fiskamarknaðinum lata aftur.
Tá høvdu ikki meiri enn 52 tons av fiski verið undir hamaranum hjá Sjótorginum. Men fiskiskapurin í summar var eisini út av lagi, ikki minst hjá útróðrarflotanum, ið skuldi vera hornasteinurin hjá Sjótorginum.
Hvat nú hendir við Sjótorginum vilja oddamenninir onki siga um í løtuni.
Royna aftur
Men nú royna klaksvíkingar aftur.
Í eina tíð hevur borið til at seta pening í eina spildurnýggja uppboðssølu, sum onki skuldi hava við gamla Sjótorgið at gera.
Tað er gamli uppboðshaldarin á Sjótorginum, Jákup Anthoniussen, sum er ein av høvuðsstigtakarunum til nýggju uppboðssøluna. Men hann er burturstaddur í løtuni.
Stigtakararnir hava skrivað útróðrarmonnum í Klaksvík tvey brøv um ætlanina.
Í brøvunum var m.a. heitt á útróðrarmenn og onnur, um at seta pening í ætlanina.
Stigtakararnir høvdu sett sær um mál at savna 500.000 krónur í eginpeningi, tí tað varð hildið at vera nóg mikið til at byrja av nýggjum.
Men av tí, at Jákup Anthoniussen er burturstaddur, hevur tað ikki eydnast okkum at fáa upplýst, nógv er innkomið.
Men útróðrarmenn í Klaksvík siga, at áhugi er avgjørt fyri ætlanini, eins og onkrir av teimum størru línubáunum eisini eru sinnaðir at vera við.
Í tí seinna brævinum varð greitt frá, at ætlanin var bara at hava telefonuppboðssølu. Tvs, at alt skuldi seljast um telefonina.
Men uppboðssølan skuldi eisini virka sum eitt savningarstað fyri fisk. Teir, sum keypa um telefonina, skulu so sjálvir skipa fyri flutninginum til virkið.
Ætlanin er so at fiskurin skal vera í kassum, og so skulu stakroyndir gerast fyri at skilja í støddir. Tó skulu umstøður gerast til at bátarnir kunnu skilja fiskin, um ein ávísur keypari bara vil hava eitt ávíst slag, ella eina ávísa stødd.