Royna enn einaferð at trekkja tenn úr samgonguni

Tinglimir í andstøðuni hava lagt fimm uppskot fyri Løgtingið um at broyta fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni

Tað eru mong sum halda, at tað er í dag, at lagnan hjá samgonguni verður avgjørd. Tað í hvussu so er í dag, at Løgtingið skal atkvøða um fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni.

 

Sum vit hava skrivað fyrr í dag, er Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum farin av landinum, og hann hevur ikki biðið varafólk møta á Løgtingi fyri seg. Stendur andstøðan saman, kann hon sostatt fella uppskotið, tí nú eru bara 15 samgongulimir, og Sonja Jógvansdóttir, í Løgtinginum, og tað er ikki nokk til at samtykkja uppskotið.

 

Hinvegin vilja seiglívaðar leysasøgur vera við, at Magni Laksáfoss og Kristin Michelsen hava avtalað at cleara. Tað merkir, at nú Kristin Michelsen er burtur, fer Magni Laksáfoss eisini at halda seg burtur, so at teir uppviga hvønn annan. Men Magni Laksáfoss hevur onga viðmerking til hetta.

 

Hinvegin er tað greitt, at andstøðan hevur lagt fimm uppskot fyri Løgtingið um at broyta uppskotið hjá landsstýrinum.

 

Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, skjýtur upp at opnir træbátar skulu sleppa at fiska frítt, uttan fiskiloyvi.

 

Bjørn Kalsø og Bárður á Steig Nielsen, sum eisini er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hava skotið upp at skerja uppboðssøluna. Og teir skjóta eisini upp, at fiskirættindi skulu vera galdandi í átta ár, men tey kunnu tí ongantíð gerast privat ogn hjá persóni ella felagi. Teir skjóta eisini upp at strika menningarkvotur, sum eru markaðar økjum í landinum, har lítið fiskaarbeiði er.

 

Og at enda hava Bjørn Kalsø og Bárður á Steig Nielsen, og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, skotið upp at strika ætlanina um at nokta útlendingum at eiga í føroysku fiskivinnuni.