Royndi at bróta inn í bil

Løgreglan leitar eftir manni, sum hevur framt herverk á ein bil í nátt

Løgreglan leitar nú eftir einum manni, sum hevur framt herverk á ein bil, sum stóð parkeraður á einum parkeringsplássi í vesturbýnum í Havn í nátt.

 

Bilurin varð parkeraður í gjárkvøldið, men tá ið eigarin skuldi í hann í morgun, varnaðist hann, at herverk er framt ímóti bilinum.

 

Hann er skøvaður og hevur skaðar sum vísa, at onkur hevur roynt at bróta inn í hann, sigur løgreglan.

 

Men tað hevur ikki eydnast teimum at finna tann, ella tey, sum framdu herverkið.