Royndi tvær ferðir at neyðtaka somu kvinnu

Ein maður er ákærdur fyri eina óvanliga grova neyðtøku, har hann eisini tók kvørkratak á kvinnuni og hótti hana við lívinum fyri at hon ikki skuldi melda

Ein maður er nú ákærdur fyri eina óvanliga grova neyðtøku, eina náttina herfyri

Tvær ferðir royndi hann at neyðtaka somu kvinnu

Fyrru ferðina miseydnaðist tað.

Men seinnu ferðina fekk hann fullført neyðtøkuna.

Tað var eina náttina í Havn herfyri at hann legði á eina kvinnu og royndi at neyðtaka hana.

Tann royndin miseydnaðist tí kvinnan setti seg til mótverju og slapp til rýmingar.

Men stutt eftir fekk maðurin aftur fatur á somu kvinnu og tá fullførdi hann neyðtøkuna.


Ógvuliga harðligur

Umframt at hava roynt at neyðtaka kvinnuna, og fyri at enda at hava fullført neyðtøkuna, er hann eisini ákærdur fyri at hava verið ógvuliga harðligur imóti henni.

Í sambandi við neyðtøkuna tók hann kvørkratak á hana og takið var so fast, at hon svímaði.

Álopið á kvinnuna var so harðligt, at hon hevði merki, skurðsl og sár ymsastaðni á kroppinum.

Tí er maðurin eisini ákærdur fyri harðskap av serliga ráum og grovum slagi.

Tá ið kvinnan gjørdi neyðtøkumanninum greitt, at hon fór at melda, hótti hann hana til at tiga. Sambært ákæruritinum hótti hann við at drepa hana, ella okkurt líknandi.

Maðurin játtaði seg ikki sekan. Sambært honum fekk hann ikki játtað seg sekan, tí hann mintist so lítið til hendingina.

Tá ið ákæran var lisin upp, varð forboð sett fyri at endurgeva meiri úr rættinum. Málið er ikki liðugt viðgjørt, men tá ið tað verður tikið uppaftur, verður tað fyri afturlætnum hurðum.

Men ákærin gjørdi greitt, at kravið er, at maðurin skal í fongsul.