Tað er framvegis ongin loysn í eygsjón í trætuni um lønina hjá teimum, sum skulu manna nýggja vaktarskipið, Brimil.
Týsdagin varð annars ein roynd gjørd afturat at fáa semju ímillum Fíggjarmálastýrið øðrumegin og tey bæði yvirmannafeløgini, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hinumegin, um ein nýggjan sáttmála fyri yvirmenninar á Brimli.
Tann royndin endaði við, at Fíggjarmálastýrið legði eitt uppskot fyri partarnar, sum teir síðani skuldi sova uppá.
Sambært tíðindunum í útvarpinum týskvøldið, skuldi fundur aftur verða ímillum partarnar í dag, har Fíggjarmálastýrið væntaði at fáa svar frá manningarfeløgunum, antin tey góðtóiku uppskotið, ella ikki.
Men hvørki Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, ella Finnleif Guttesen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, kenna nakað sum helst til, at fundur skal vera í dag.
?Tað er ongin avtala um fund í dag, siga teir báðir.
Og tað er eisini longu nú greitt, at eisini hendan seinasta royndin hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, at fáa semju um Brimil, er miseydnað.
?Vit góðtaka ikki uppskotið og tær fær Fíggjarmálastýrið formlig boð um sigur Ellintur Abrahamsen.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vildi ikki siga nakað um málið í gjáramorgunin, tí hann vildi fyrst kunna hinar nevndarlimirnar í Maskinmeistarafelagnum.
Men tað skiltist á honum, at tað eru lítlar vónir fyri, at Maskinmeistarafelagið góðtók hetta seinasta uppskotið frá Fíggjarmálastýrinum.
?Hugurin til at góðtaka uppskotið er onki serligur, sigur Finnleif Guttesen.
Hann sigur, at Maksinmeistarafelagið sær onki endamál í at verða raktir av verkbannið og so at góðtaka eina semju, sum gevur nakrar hundrað krónur meiri um mánaðin.
Hann sigur tó, at tað seinasta uppskotið hjá Fíggjarmálastýrinum er væl frægari enn nakrar hundrað krónur um mánaðin.
? Tað er eisini frægari enn tey fyrstu tilboðini vóru. Men kortini eru tey ov langt frá okkara krøvum, leggur hann afturat.
Men nakað krónutal, ella nakað prosent, vil hann ikki nevna.
Finnleif Guttesen sigur kortini, at einaferð skal ein loysn finnast. Men nær tað verður, er ein heilt onnur søga.
Ellintur Abrahamsen sigur, at Fíggjarmálastýrið hevur bjóðað eina lø.narhækking uppá runt roknað 19,5%.
Men av teimum skulu 15 % leggjast í eina eftirlønarskipan, so at bara 4,5% eru verulig lønarhækking.
?Og tað er ongin ivi um, at hetta uppskotið verður blankt afturvíst.
Men samstundis er skjýtur Fíggjarmálastyrið upp, at vit skulu gerast tænastumenn. Tvs, at ætlanin er at taka verrkfalsrættin frá okkum, tí tænastumenn kunnu ikki fara í verkfall, og tað kunnu vit heldur ikki góðtaka.
Ellintur Abrahamsen sigur, at uppskotið frá Fíggjarmálastýrinum er so torskilt, at tað er ikki búgvið at taka srøðu til.
?Vit hava tí sagt, at vit kunnu taka tað heim við at kanna nærri fyri at vita, um okkurt var í tí, sum vit ikki høvdu varnast í fyrstu syftu.
? Men tað er framvegis ongin ivi um, at tað verður afturvíst.
Ellintur Abrahamsen sigur, at uppskotið frá Fíggjarmálastýrinum var frægari hesuferð, enn tey hava verið.
? Men tað gongur verri enn so okkara krøvum á møti.
Formaðurin í Navigatørfelagnum sigur, at hann dugir ikki at síggja, hví yvirmenninir á Brimli skulu hava verri løn enn teir, sum sigla við donsku verjuskipunum undir Føroyum.
?Tí hava vit kravt eina endaløn til skiparan uppá góð 35.000 krónur, tá ið eftirlønin er uppi í, og tað er áleið tað sama, sum skiparin á danska verjuskipinum undir Føroyum, fær.
Í løtuni er endalønin ikki meiri enn góðar 23.000 krónur.
Hann vísir eisini á, lønin hjá yvirmonnunum er heilt afturútsigld hesi seinastu árini.
Í 1977 var skiparalønin hjá teimum, sum sigla við Vaktar & Bjargingartænastuni 50% hægri enn dekkaralønin. Nú er hon bara 23% hægri.