Royndir og nýggir bólkar hittast á konsert

Leygarkvøldið verður aftur ein gospelkonsert á skránni. Hesaferð eru tað tey ungu innan Heimamissiónina sum skipa fyri

Leygarkvøldið verður ein gospelkonsert á skránni. Talan er um tað árligu HMU-konsertina, sum HeimamissiónsUngdómur skipar fyri.
Eins og í fjør verður konsertin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Í ár verða tríggir bólkar á skránni: Proclaim, VOX og ein bólkur úr Vágum.
 
 Fjølbroytni
Teir tríggir bólkarnir sum fara at spæla leygarkvøldið eru bæði kendir bólkar og ein heilt nýggjur bólkur.
Bólkurin Proclaim er mannaður úr Eysturoynni og Streymoynni. Teir ungu menninir í bólkinum hava gjørt rættiliga nógv vart við seg ta seinastu tíðina, við sínum sera fjølbroytta og vælsvingandi tónleiki.
VOX er rútmiskt gospelkór mannað við eysturoyingum. Kórið hevur eftirhondini fleiri ár á baki. Stílurin er alt frá stillum accapella til lívligan rútmiskan gospel.
Og so er tað tann nýggi bólkurin Abide, mannaður úr Vágum, sum mong helst síggja fram til at hoyra.
Tað er tó ikki bert tónleikur á skránni á konsertini. Millum framførslurnar verður ein andakt og videoklipp víst á stórskíggja.