Roynt tað tríggjar ferðir

Søgan hjá B71 í bestu fótbóltsdeildini gongur aftur til 1989, tá ið sandoyingar við buldur og brak trinu inn í bestu deildina, sum teir vunnu. Enntá uttan at tapa nakran dyst yvirhøvur!

Árið eftir hilnaðist tað so mikið illa, at B71 flutti niður. Í 1991 flutti B71 upp aftur í bestu deildina, og har var B71 við inntil í 1997, tá ið tað aftur endaði við niðurflyting. Steðgurin í næstbestu deildini var aftur hesa ferð bara eitt ár. B71 var aftur í fremstu røð í 1999, og í 2001 vísti elevatorurin aftur niður. Ta ferðina eftir taptan upp- og niðurflytingardyst móti Skála.

Hesa ferð var steðgurin í næstbestu deildini fram til 2006. Tá flutti B71 upp, og síðani hava sandoyingar verið í bestu deildini.

Í 1990 var talan um væl samanspælt lið, sum ikki fann stevið eftir FM sigurin. Í 1997 vóru flestu av spælarunum frá gullliðnum givnir, og talan var um nógvar fremmandar spælarar. Síðani hevur verið miðvíst arbeitt við at byggja nýtt lið av sandoyingum upp. At tað hevur eydnast væl, hava úrslitini seinastu árini verið staðfesting av uttan mun til, hvussu tað fer at hilnast í ár.