Tað er eingin ivi, tá ið vit í morgun spyrja formannin í Róðrarsambandinum:
-Veðrið er betri í morgun, enn tað var í gjár, og forsøgnirnar siga, at tað vera róðrarlíkindi seinnapartin. Vit fara til Fuglafirðar eftir døgurða, og vit halda okkum til tað, sum vit avráddu í gjár, altso at barnaróðurin verður klokkan 15, og at hinir róðrarnar so verða beinanvegin, tá ið barnaróðrarnir eru av, sigur Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya.
Sambært heimasíðni hjá Landsverk, so er ættin á Kambsdali nú klokkan 11 landsynningur, og vindferðin er 6-20 metrar um sekundið.
Á heimasíðu síni, rsf.fo, takkar Róðrarsambandið øllum teimum, sum hava hjálpt til, síðani tað seinnapartin í gjár varð neyðugt at útseta kappróðurin á varmakeldustevnuni:
Ja, tíverri hendi tað í dag, sum øll vónaðu at sleppast kundi undan. Róðurin í Fuglafirði bleiv útsettur vegna veður í samráð við høvuðsdómarar og umboð RSF´s á staðnum. Onkur heldur kanska, at boðini um at útseta skuldu komið út fyrr, men sum fyrr mett í morgun, so vóru róðrarlíkindini í Fuglafirði heilt góð fyrrapartin í dag.
Beint nú er enn nógvur vindur, men vónandi verður frægari í morgin, so allir róðrar kunnu fáast væl og virðiliga frá hondini.
Ein stór tøkk til stevnufyrireikararnar í Fuglafirði fyri innivist til bátarnar, innivist til kappróðrarfólk langvegis frá, mat til kappróðrarfólkið og hjálpsemi annars, tá alt nú sýntist heldur rokaligt fyrr ídag. Eina stóra takk hava tit uppiborna. Og takk til allar rógvarar og hjálparfólk fyri tolsemi, nú dagurin ikki bleiv heilt sum ætlað.
Vit síggjast ímorgin kl. 1500, tá lagt verður til brots við barnaróðrinum. FM-manningarnar byrja at rógva beint eftir at barnaróðrarnir eru lidnir.