Árshald til báðar tunnlarnar

Frá 1. juli í ár verður møguligt at fáa árshald í báðum undirsjóvartunlunum fyri 1.400 krónur um mánaðin.

- Tænastan við árshaldunum hevur verið galdandi síðan 2005 í Vágatunlinum og í Norðoyatunlinum, síðan hann læt upp í 2006. Tey fyrstu árini var kostnaðurin 1.000 krónur um mánaðin. Síðan  2007 hevur kostnaðurin verið 900 krónur um mánaðin.

Uni Danielsen, stjóri, sigur, at tunnilsfeløgini nú hava gjørt av, at frá 1.juli skal møguleiki vera at fáa størri avsláttur, um árshald verður teknað í báðum tunlunum.

- Prísurin, um árshald verður teknað í báðum tunlunum, verður 1.400 krónur um mánaðin, og tað er ein sparing á 400 krónur í mun til prísin ídag. Hetta er tó treytað av, at tað er sama nummarpláta sum stendur fyri báðum haldunum.

Stjórin sigur, at ætlanin við hesi broyting er at ganga ynskjum á møti frá teimum, sum ofta hava brúk fyri at gera nýtslu av báðum tunlunum.

- Av tí, at talan er um tvey feløg – P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin – er neyðugt at tekna eitt árshald í hvørjum tunli, men tó er bert neyðugt við einum kubba. Annars eru treytirnar tær somu,  sum fyri hini árshaldini, sigur Uni Danielsen.