Støðan er veruliga so álvarslig, at børn skilja ikki móðurmálið, tey hoyra, og bøkurnar, tey lesa í skúlanum. Foreldur og eldri fólk eru ikki før fyri at hjálpa børnunum við teirra heimaarbeiði, tí eisini fyri tey er okkara mál fremmandagjørt. Gomul fólk skilja ikki tað málið, sum annars hevur verið teirra í eitt langt lív.
Navnabroytingar og vendingar, sum ikki hava livað á føroyskari tungu, og stereotypt orðasmíðj úr tí málsliga kirkjugarðinum ella íslendskt plagiat gera fólk ótrygg og í ørviti. Dialogurin á føroyskum máli verður hareftir.
Nøkur fá dømi:
Í mong Harrans ár hevur løgtingið játtað pening til tann almenna stovnin Bileftirlitið, men fyri tveimum árum síðani varð hetta stovnsnavnið broytt til Akstovan. Á hesum stovni eru allir persónbilar, lastbilar, bussar, motorsúkklur o.a. undir regluligum eftirliti. Stovnurin umsitur eisini onnur málsøki, eitt nú koyrikort og veggjøld. Bileftirlit og bileftirlitsmenn hava nógv tilknýti til ferðslulógir og kunngerðir. Men Bileftirlitið er sum sagt farið í grøvina, og í tess stað reis sum ein Føniks úr øskuni eitt nýtt navn. Um hetta nýggja navnið Akstovan var ein nýggj almenn vøggustova ætlað pinkubørnum, sum aka á búkinum og rumpuni, so hevði navnið Akstovan verið eitt satt plettskot.
Í eini 100 ár hava sjúkrasystrar havt ein týðandi leiklut á føroyskum sjúkrahúsum, og í nýggjari tíð hava hesir einglar eisini hjálpt sjúkum fólki í heimum og aðrastaðni uttan fyri sjúkrahúsgátt. Eisini her hava málreinsararnir sett síni grefligu spor: Sjúkrasystrarnar vórðu tveittar í tann ótømiliga frøðispottin, og sum við gandasevjuni hjá Asterix risu tær kynsbroyttar upp í nýggjum hami: Sjúkrarøktarfrøðingar, og hesir verða nú klaktir í Sjúkrarøktarfrøðisskúla Føroya. (Ikki øll tungubond eru skorin til slíkt volapyk). Yvirhøvur mugu vit síggja í eyguni, at hetta viruskenda orðið frøði hevur sett sínar tenn í orð og titlar, sum hava ein ávísan status í hugaheiminum: byggifrøðingur (konstruktørur), evnafrøðingur (kemikari), lívfrøðingur (biologur), alisfrøðingur (fysikari), sálarfrøðingur (psykologur), gudfrøði (teologi), støddfrøði (matematikk) og nógv, nógv annað hevur fingið uppískoytið frøði, tó eru nøkur undantøk: professari, magistari, vísindamaður/kona (sic!), arkitektur, fólkaskúlalærari, skipsførari v.m.
Í rættiliga nógv ár játtaði løgtingið pening til sjónleik. Orðið sjónleikur varð strikað í løgtings-fíggjarlógini 1999, og í staðin játtar løgtingið pening til Leikpall Føroya, men hetta navnið helt ikki leingi, tí í 2005 varð játtanin broytt til Leiklist. Áhaldandi navnabroytingar kunnu gera fólk í ørviti og harmiligt, at mentanarorðið sjónleikur - fjálgt og livandi - varð vigað og funnið ov lætt. Sjónleikur og sjónleikarar hava verið - og eru - høgt í metum bæði á bygd og í bý.
Heimarøktin v.m. er eisini farin í søguna, og í staðin fyri hava gomul, sjúk og avlamin fingið Nærverkið. Um stutta tíð er høvuðsstaðurin ætlandi vorðin so stórur í ummáli, at neyðugt verður at økja Nærverkið við einum Fjarverki?
Í fíggjarlógini 2006 (6.38.2.50.) hevur løgtingið játtað P/F Atlantsflog apportinnskot upp á 51.8 mió..Einki felag við hesum navni er skrásett í Føroyum. Hvussu kann tá okkara høga ting við lóg veita almenna trygd til eitt partafelag, sum eftir øllum at døma ikki er til? Og kann hetta fáa óheppnar avleiðingar, tá ið tað almenna P/F Atlantic Airways verður privatiserað?
Okkara respektabli Føroya Sjómansskúli fekk eisini knívin at merkja; hann er, eins og Bileftirlitið, farin í søguna, og Vinnuháskúlin kom í staðin (í 2006). At gána spyrjandi og frustrerað er dagligt fyribrigdi millum føroyingar. Tað eru ikki nógvir føroyingar, ið vita, hvat ein vinnuháskúli er. Í Føroysk Orðabók 1998 eru 69 ymiskir skúlar, men nevndi háskúli er ikki teirra millum.
Ein av okkara mongu monnum á brúnni og í maskinuni umborð á donskum (og øðrum) skipum segði fyri nøkrum árum síðani, at eitt problem hevði tikið seg upp á brúnni (maðurin var skipari), av tí at teir ungu navigatørarnir úr Føroyum høvdu lært orð og heiti, sum eingin uttan teir brúktu. Hetta kundi satt at siga vera eitt problem, segði hann. Og hvat skulu vit siga til tað, at hesir garpar, sum við hægstu navigatiónsútbúgving navigera risaskip inn og út í øllum heimsins havnarbýum, ikki fáa innivist í føroyskum orðabókum? Vit, sum eru eldri og gomul, minnast við sorgblídni siðbundna navigatørdansin í Havn. Dansurin hevði í dag kanska itið siglingarfrøðingadansur.
Fyrr í tíðini fóru føroyingar á nátthúsið at loysa sær buksurnar; á bóndagørðum fóru tey á flórgarðin í flórinum. So við og við broyttist hetta til wc (water-closet) eins og í øllum øðrum londum rundan um okkum. Tá ið puristarnir amputeraðu alfabetið, abc´ið, broyttu teir eisini siðin at fara á wc. Nú skulu øll brúka vesipappir, tá ið tey skulu á vesi. Hóast c´ið og w´ið er bannlýst í øllum føroyskum barnaskúlum, fara nógv børn, og vaksin við, framhaldandi á wc eins og okkara forfedrar gjørdu, tá ið teir fóru á nátthús. Enn er eingin kunngerð ella reglugerð um, hvussu føroyingar skulu nýta vesi.
Í Alisfrøði og evnafrøði 2 er tilskilað, at orðið varmi er stytting av orðinum varmaorka, og at alisfrøði tørvar bæði hugtøkini hiti og varmi.
Hóast vit hava Varmakeldu undir Eiði í Fuglafirði og varmadunkur er í mongum heimum, eins og fólk fara inn at verma seg fyri at fáa hita í kroppin, tá ið tey eru køld, so mugu okkara almennu tíðindastovnar ikki brúka okkara elligamla orð varmi, tá ið veðurtíðindini verða lisin. Nei, í Føroyum er altíð hiti, líka mikið hvussu heitt ella kalt tað er. Í meira enn 500 ár hevur temperaturur verið máldur við termometri, og lufttrýstið við barometri í meira enn 400 ár. Termometir finnast at kalla í hvørjum heimi fyri at vita, hvussu heitt ella kalt tað er bæð inni og úti, og temperatururin (fepurin) verður tikin í heimum og sjúkrahúsum. Hetta, uttan mun til hvar í verðini vit eru stødd.
Um veðurtíðindini frá U/F eru eftirfarandi, so er sum sagt altíð hiti í Føroyum; - hetta kunnu . onnur lond ikki rósa sær av. Yvirhøvur eru øll orð, ið byrja við termo (termofløska, termorútur, termostat, termometur, termoterapi o.o.), útihýst í føroyskum orðabókum.
Fyrr í tíðini visti hvørt barn, at orkan var ódnarveður við kolandi stormi, vindferð meira enn 32 m/s (vindmegi 12). Orðið orkan kemur upprunaliga úr Caribia. Har (og aðrastaðni) kunnu ódnirnar vera ógvusligar, meira enn orkankendar, og tá verða onnur heiti - eitt nú tyfon - brúkt, men í Føroyum er veðurlagið broytt í so stóran mun, at orkan ikki eigur heimarætt í okkara orðabókum og tessvegna heldur ikki í veðurtíðindunum frá almennum tíðindastovnum.
Nú nóg mikið úr rúgvuni.
”Eitt livandi mentunarlív unnist illa í eini forngrípagoymslu. Ein verjugarður fyri trongskygni er verri enn eingin.”
Bókin Føroya mál á manna munni er so væl skrivað og so skemtingarsom um eitt álvarsmál, sum viðkemur okkum øllum, at Heðin Brú (Feðgar á ferð) valla hevði skrivað tað betur. Í støðum síggja vit, meðan lisið verður, Don Quijote fyri okkum.