Klokkan 03.16 nýggjársmorgun kom sá fyrsti føroyingur í nýggjár árinum dagsins ljós fyri allarfyrstu ferð. Og tað varð ein vælskaptur drongur.
Stoltu foreldrini eru Mary og Palli Marsten úr Klaksvík. Fyrsta barnið í árinum vigaði annars 3650 gr og var 53 sentimetrar.
Fyrsti føroyingurin í ár hevur eisini eina systir og ein beiggja. Sagt verður úr Klaksvík, at stóribeiggin var ógvuliga glaður fyri beiggjan. Hann hevði væntað, at tað var ein genta, og gjørdist tí sjálvandi ovurfegin tá hann frætti, at hann hevði fingið ein lítlabeiggja, tí tað var tað, sum hann ynskti sær mest.
Foreldrum og systkjum verður ynskt hjartaliga tillukku við nýggja familjuliminum.