Ársins fyrsti føroyingur gjørdist ein fittur drongur, sum máldi 54 cm og vigaði 4600 g. Foreldrini eru Marjun Brockie úr Havn og Eyðfinn Pattinson úr Funningsfirði. Stolta stórasysturin eitur Katrin og er 6 ár.
Alt gekk, sum tað skuldi, tá ársins fyrsti føroyingur kom til verðina kl. 17.42 í gjár. Ella tað vil siga næstan alt, tí Marjun varð sett at eiga longu 19. des. Ársins fyrsti føroyingur var sostatt tvær vikur seinkaður.
- Fyrst hopaði eg, at eg fór at eiga áðrenn jól. Men tá tað dróg út, hopaði eg bara ikki, at eg fekk verkir sjálvan jólaaftan, tá øll familjan skuldi verða samla til jóladøgurða norðuri í Funningsfirði. Men eg væntaði avgjørt ikki, at eg skuldi bíða til 2006 sigur Marjun, sum nú bara er glað fyri at lítlibeiggin er komin til verðina í øllum góðum og sær út til at trívast væl.