Ársins leiðaradagur 2007

“Úr milliónini í milliardina – mission possible?” var yvirskriftin, tá Marner Jacobsen, forstjóri í Eik og Ársins leiðari í fjør, setti Ársins leiðaradag

Eftir Marner Jacobsen





Ársins leiðaradagur 2007

Úr milliónini í milliardina – mission possible? Hetta var yvirskriftin, ið Synergi setti fyri mínari setanarrøðu, ársins leiðaradag 2007. Hetta ljóðar sum tikið burturúr einum James Bond filmi – har alt jú er møguligt. Og tá alt kemur til alt, so er tað næstan bert hugflogið, ið setur avmarkingarnar fyri, hvat er møguligt og hvat ikki er møguligt. Tí flestu forðingarnar fyri hvat er møguligt, eru í veruleikanum skaptar í okkara egna høvdi!

Vit liva í eini ostaklokku her í Føroyum. Meðan privat feløg senda fólk í ringrás um jørðina, fyritøkur gerast altjóða og arbeiðsmegi, vørur, tænast¬ur og kapitalur ferðast frítt um landa¬mørk, so ganga vit føroyingar anno 2007 og billa hvørjum øðrum inn, at tað ikki er okkara skuld, at okkara børn liggja næstaftast í altjóða pisa¬kan¬ning¬¬um; tað eru danir ið hava skul¬di¬¬na, tí teir umsótu fólkaskúlan til fyri 30 árum síðani! Hallo!

Eg hoyrdi okkara undirvísingarmálaráðharra siga í fullum álvara, at man kann ikki seta meira pening av til fólkaskúlan, tí tað má gerast yvir eitt tíðarskeið: “sjálvandi kann man ikki gera alt í einum, tað vita vit av” var hansara argu¬men¬ta¬ti¬ón! Hví? – spyrji eg. Hvat forðar landsstýrinum í at seta 20, 30 ella 50 milliónir krónur av til fólkaskúlan – annað enn ein hugmynd um, at “sjálvandi kann man ikki gera alt í einum, tað vita vit av”? Um vit veruliga meina, at børnini eru okkara størsta tilfeingi, hví skal tað so taka fleiri ár at seta ressourcir av, til at geva teimum teir bestu karmar¬nar, so tey eru før fyri at skapa milliarda¬fyri¬tøkur, ið vit kunnu vera stolt av? Um ein føroysk bygd var rakt av náttúru¬vannlukku – høvdu vit so ikki funnið 50 mió. kr. fram at hjálpt við í stundi¬ni? Sjálvandi! So sjálvandi kunnu vit gera tað sama, tá umræður útbúg¬vingi¬na av okkara børnum!

Vit taka tað sum eina sjálvfylgju, at aðrar tjóðir bjóða okkum vælkomnum sum arbeiðsmegi, tá vit fara uttanlands, men vit takka nei, tá onnur pik¬ka upp á dyrnar hjá Føroyum – enntá hóast vit hava stóran tørv á arbeiðs¬¬¬megi, og hendan arbeiðsmegin kundi tilført okkum virðismikla vitan. Hví? Hvat er tað fyri ein hugmynd, ið førir til, at føroyingar ikki eru skaðiligir, tá teir koma í onnur lond, men onnur eru skaðilig her? Hvat eru vit bangin fyri?

Tá løgmaður fer við einum ferðalagi til India, so er pressan á gosi, tí tað kostar pengar at ferðast, løgmaður eigur ikki at ferðast við vinnuni, tí hann hevur nokk at tríva í í Føroyum. Og so hevði onkur knokkur funnið út av, at India er als ikki rætta staðið at fara! Viðkomandi hevði eftir øllum at døma ikki hugflog at ímynda sær, at løgmaður kundi fara avstað aftur onkra aðrastaðir eina aðru ferð!

Men vit ætla kortini at teljast millum heimsins fremstu tjóðir í 2015.

Soleiðis eru Føroyar ein tvørsøgn – anno 2007. Vit stinga høvdið í sandin, renna undan ábyrgd, hava ilt av, hvat hvør annar ger, eru tryggheits¬narko¬manar, stúra fyri tí fremmanda osfr. Forholdini eru smá – tað er meira um¬ráðandi ikki at gera feilir, enn at uppnáa nakað stórt – tí feilir verða revsað¬ir sera hart í Føroyum, har øll kenna hvønn annan! Og so eru vit sera varin við at samstarva – bæði millum føroyskar fyritøkur innanhýsis og við útlendskar fyritøkur.

Hvussu skulu vit fáa fyritøkur, sum koma í milliardaklassan? Tað ljóðar eitt sindur vónleyst, men um vit hugsað um tað, so eru ongar av forðingunum omanfyri fysiskar – tær eru allar mentalar. Tær eru bert fyristillingar um, hvat man kann og ikki kann. Og soleiðis er við flestu av teimum forðingum, ið vit ella okkara starvsfólk síggja, tá vit ynskja at broyta og menna okkara fyritøku.

Tí sjálvandi er tað møguligt, at flyta eina fyritøku úr milliónini í milli¬ardi¬na, ella frá nøkrum lítlum til nakað stórt! Tað hava vit óteljandi dømi um, t.d. Bill Gates og Microsoft, Steve Jobs og Apple, Richard Branson við Virgin, Mærsk Mc-Kinney Møller við AP-Møller Maersk, Preben og Søren Dam¬gaard við Damgaard data, ið var selt til Microsoft, Lars Larsen við Jysk – ella – í okkara heimliga umhvørvi – Jákup á Dul Jacobsen við handlum í fleiri londum, ella brøður¬nir Hans Andrias og Gunnbjørn Joensen frá Thor, ið var ársins virki í fjør, og sum rekur altjóða supply- og fiskivinnuvirksemi, fyri bara at nevna nakrar fáar.

Faktum er, at grundleggjandi er tað onki, ið forðar okkum í at røkka stór mál, tvørturímóti! Vit hava seinastu 10 – 20 árini uppliva eina liberali¬sering og altjóðagerð, sum er uttan samanbering við nakað, vit hava sæð áður. Ferðasambandið mil¬lum Føroyar og umheimin er betrað munandi, og alnótin hevur gjørt, at tú kanst arbeiða eins effektivt tvørturum landamørk, sum innanlands. Smá lond sum Føroyar hava fingið einastandandi møgu¬leikar í einum globalum heimi. Møguleikar, sum okkara undangongufólk ikki høvdu á sama hátt. Og fyri¬munirnir í alheimsgerðini eru lutfalsliga munandi størri fyri Føroyar sum eitt lítið land, enn teir eru fyri størri lond!

Skulu vit koma úr milliónini í milliardirna, so er neyðugt at hava ein størri marknað enn tann føroyska – og alheimsgerðin er júst tað, ið letur upp fyri, at vit kunnu royna veingirnar uttanlands!

Men hvussu flyta vit so okkara fyritøku frá milliónum í umsetningi til milliardir og hvussu fyrireika vit hana uppá at taka við altjóða avbjóðing¬um?

Eg kann bara tosa út frá okkara royndum í Eik:

Vit vóru fyri 7-8 árum síðani ein traditionellur sparikassi, ein sjálvs¬ognar¬stovnur, sum ikki hevði tær stóru ambitiónirnar og ikki var serliga “forræt¬nings¬orienteraður”. Seinast í nítiárunum fóru vit undir eina strategiprocess, har vit m.a. settu okkum ítøkilig mál og fóru undir at arbeiða við hug¬burði¬num í organisatiónini.

Vit settu okkum m.a. fyri, at Eik:
-skal vera sjónligasti, mest nýskapandi og slóðbrótandi peninga¬stovnur¬in í Føroyum
-skal fasthalda og draga teir mest lønandi kundarnar í Føroyum at sær
-skal útvega ein munandi part av inntøkunum frá virksemi uttanfyri Føroyar
-skal gerast ein magnetur, ið dregur at sær dugnalig og framsøkin starvsfólk

Sum liður í at gera Eik meira handilsligan, broyttu vit bygnað frá sjálvsognarstovni til partafelag í 2002.

Í dag er Eik størsti, mest sjónligi og mest rentabli peningastovnurin í Føroyum. Fyrsta hálvár í fjør rentaðu vit eginognina við 27% p.a. Vit hava góðar 9.900 partaeigarar í 23 londum, og uml. helvtin av úrslitinum eftir skatt stavar frá virksemi uttanfyri Føroyar. Mest gleðiligt er næstan, at vit fáa regluliga óuppfordraðar umsóknir frá fólki, ið ynskja at starvast í Eik.

Sum nevnt, so byrjaði tað við planlegging. Hóast vit vita, at planir sjáldan halda, so er tað neyðugt at leggja planir, tí tað setir tankaprocessirnar í gongd. Og planir eru grundarlagið fyri at seta mál. Uttan mál, so ber ikki til at seta kós, og so kemur man ongan veg.

Harnæst, so høvdu vit ein leiðslubólk, sum hevði ein sera sterkan vilja og ynski um at broyta fyritøkuna. Sum tordi at hugsa stórt – út um dunnu¬hylin – hóast tað langt frá vóru øll, ið trúðu uppá okkara mál. Bara tað, at festa málini á blað, argumentera fyri nevndini um, at hetta vóru skilagóð og realistiskt mál, setti nakað í gongd! Tað forplik¬taði!

Eitt orðatak sigur, at man finnur ikki nýggj lond, uttan at vera sinnaður at missa strondina úr eygsjón í longri tíð. Fert tú sum leiðari undir nýtt virksemi, so mást tú hava dirvi til at liva við ótryggleikanum, at tú ikki sært land allatíðina.

Sum leiðari mást tú eisini hava neyðuga drivið og vera sinnaður at levera tann arbeiðsinnsats, sum er neyðugur í eini broytingarprocess.

Henning Dyremose, fyrrv. stjóri í TDC segði einaferð soleiðis: Er man arbeiðssamur, er størri møgu¬leiki fyri, at man eisini er dugnaligur. Og er man dugnaligur, er møguleikin størri fyri, at man er heppin. Og uttan hepni gongur tað ikki!

So arbeiðssemi, dugnaskapur og hepni ganga hond í hond.

Tú skal hartil hava dirvi at taka ópopulerar avgerðir, tú skalt tora at hugsa stórt og samstundis hava bæði beinini á jørðini. Tú skalt ganga á odda og vísa veg, taka fyrsta stigið – tí sjálvt tann longsta ferðin byrjar við tí fyrsta stiginum!

Tú skalt halda teg til tað tú kanst ávirka og sum tú hevur skil fyri. Og so nyttar tað ikki at trúgva, at tingini ganga gott, uttan at hava “hands on”. “The devil is in the detail”, verður sagt. Tað er umráðandi at seta seg inn í smálutirnar og hava skil fyri tí, man arbeiðir við.

Gert tú tað, so byrja tínir starvsfelagar eisini at gera tað. Og so er sloppið. Tað er altíð tyngst at seta nakað í rørslu – tað kenna øll, ið hava skumpað undir ein bil. Tá ferð fyrst er komin á, gerst tað lættari!

Og so skalt tú allatíðina minnast til, at 99% av øllum forðingum eru mentalar. Ofta hjálpir tað at seta tingini í perspektiv. Tá onkur sigur at okkurt ikki letur seg gera, vís so á, at tá tað ber til at flyta fólk av jørðini upp á mánan og niður aftur – so man tað eisini bera til at loysa hesa uppgávuna. Sæð í tí perspektivinum, so ber tað sum oftast til!

Trupulleikar, sum uppstanda á vegnum, kunnu ofta vendast til møguleikar. Ein ónøgdur kundi er kanska júst eitt høvi til at fáa nakað at vita um, hvat viðkomandi setur prís uppá – rætta tað, sum ikki var gott nokk, og veita eina betri tænastu fram¬eftir. Venda einari forðing til ein møguleika!

Ein James Bond filmur eitur “The world is not enough”. Tað er kanska í so yvirdrivið – men føroyski marknaðurin er ikki nokk, um vit skulu klára okkum frameftir. Vit hava ein søguligan møguleika, har hurðarnar eru víðopnar fyri at royna okkum altjóða, og sum leiðarar hvílir ein stór ábyrgd á okkara herðum, at umsita talentirnar og brúka teir møguleikar sum eru, til tess at flyta okkara fyritøkur frá milliónini til milliardina.

Við hesum orðum er ársins leiðaradagur 2007 settur. Eg fari at ynskja tykkum øllum ein góðan og gevandi leiðaradag.

Takk fyri.