Ársins DJ í árinum 2001 ætlar sær at gevast sum plátuvendari seinni í ár.
? Eg havi leingi umhugsað at gevast sum plátuvendari, og eftir hendan sigurin, haldi eg, at eg kann gevast, sigur Kári Annand Berg.
Men fyrst ætlar Kári at njóta sigurin, og hann hevur longu fingið fyrstu uppgávuna í kjalarvørrinum av sigrinum í Ársins DJ kappingini.
? Eg rokni við, at tað vera onkrar spennadi uppgávur næstu tíðina, nú eg eri ársins DJ, og tað ætli eg mær at taka við, áðrenn eg gevist, sigur hann.
Kappingin
Átta føroyskir plátuvendarar vóru við í finaluni um at gerast Ársins DJ 2001.
Innleiðandi umfør vóru kring landið í fjør, og finalan var í Badmintonhøllini í Havn leygarkvøldið. Eini 800 fólk vóru til tiltakið, sum eydnaðist sera væl.
Ætlanin var, at plátuvendararnir skuldu kappast tveir og tveir, men hetta var broytt undan kappingini, so allir teir átta fingu tvær ferðir 10 minuttir einsamallir á pallinum.
Teir 20 minuttirnar høvdu teir so til at gera vart við seg, fáa fólkið við og at spæla góðan tónleik, sum kundi sannføra dómararnar um, at teir høvdu uppiborið sigurin í kappingini.
Umframt tríggjar dómarar úr tónleikaumhvørvinum, taldu atkvøður hjá 200 útvaldum áskoðarunum sum ein dómari.
Blandað techno
Kári Annand Berg gjørdi í finaluni nógv við at blanda løg saman.
? Eg haldi ikki, at eg var bestur við mikrofonini, men eg havi helst vunnið við at mixingini, heldur hann.
Fyrru 10 minuttirnar spældi hann rock og popp, meðan hann legði dent á techno-tónleik í seinnu 10 minuttunum.
? Tað ber betri til at mixa við techno-tónleiki, og eg fekk pláss fyri eini átta sangum í seinnu 10 minuttunum á pallinum.
? Eg haldi, at kappingin var væl eydnað, og at hon var góð og jøvn, sigur ársins DJ 2001.
Útvarpsarbeiði
Kári Annand hevur seinastu tíðina havt sendin í Útvarpi Føroya. Í løtuni kallast hendan sendingini Estudio 2000, sum verður send hvørt mánakvøld.
? Mær dámar væl at gera útvarpssendingar, og eg fari at leggja meira orku í hetta arbeiðið, tá eg gevist sum DJ, sigur Kári.
? Men sjálvandi vóni eg eisini, at eg kann hjálp øðrum plátuvendarum at koma fram ? ikki minst DJ Ice, sum stóð seg væl í kappingini hesaferð og sum kann gera tað enn betri næsta ár.
Aðrir føroyskir plátuvendarar sum Heðin Arge og Jákup Magnussen hava fingist nógv við sendingar í Útvarpi Føroya, síðani teir góvust sum plátuvendarar. Og hetta heldur Kári er ein spennandi leið at ganga.
? Eg havi framvegis tørv fyri at fylgja við í tónleiki og at spæla tónleik fyri fólki. Tað kann eg gera í míni útvarpssending, og tí ætli eg mær at halda fram við sendingini, hóast eg gevist sum plátuvendari á dansistøðunum, sigur Kári Annand Berg.