Vælumtókta singer/songwriter kappingin verður nú aftur á Kafe Kaspar, og í ár eru vinningarnir størri enn nakrantíð áður.
Vinnarin sleppur í Studio Bloch at taka upp og ljóðblanda eitt lag saman við tøkningi. Harumframt hevur Kafe Kasper fingið í lag samstarv við G! festivalin, ið bjóðar ein av finaluluttakarunum á pall á ársins festivali í Gøtu. Eisini er avtala gjørd við fremsta upcomingfestivalin í Danmark, SPOT Festivalen í Århus 2011, har vinnarin sleppur at luttaka. Hesin festivalur var m.a. við til at seta ferð á yrkisleiðina hjá Teiti, tá hann framførdi har í 1999.
Reglugerðin fyri luttøku er nakað broytt í ár, tí nú ber eisini til luttaka sum tvímannabólkur. Øll eru vælkomin at vera við, tó er aldursmarkið sett á 15 ár. Hvør luttakari framførir trý løg og í mesta lagi 20 minuttir. Minst tvey av løgunum skulu vera egið tilfar hjá tí, sum framførir.
Singer/songwriter kappingin verður hildin á Kafe Kaspar og verður skipað við trimum undanumførum tann 17. apríl, 24. apríl og 1. mai. Finalan verður 8. mai. Longu nú ber til at melda seg til á mess.fo ella á telefon 220 230. Eru spurningar um kappingina ber til at senda teir til [email protected].
Kappingin í ár verður fyriskipað í samstarvi við Futt, TUTLhandilin á Káta Horninum, Felagið Føroysk Tónaskøld, Koda og Mess.
Hetta er fimta ferðin, at kaféin á niðastu hædd á Hotel Hafnia skipar fyri singer/songwriter kapping. Øll árini hevur luttøkan verið sera góð, og nøkur av okkara fremstu tónleikanøvnum hava luttikið. Kappingin hevur virkað sum lopfjøl hjá vinnarunum Jensinu Olsen, Brandi Jakobsen, Róki Jákupssyni Jakobsen og Kristleif Zachariassen, og eisini onnur føroysk tónleikanøvn sum Finnur Jensen, Páll Oddur Rubeksen, Høgni Reistrup, Guðrið Hansdóttir og Kári Páll Nolsøe hava luttikið.