Ársins Songrødd: Eingin undirtøka á Sandi

Eingin var tilmeldaður og eingin trein á pallin, tá ið Ársins Songrødd vitjaði í Virkinum á Sandi farna leygarkvøld Ársins Songrødd 2009 er farin av bakkastokki, og fyrst umfarið var í Virkinum á Sandi farna leygarkvøld. Hóast mótaframsýning og Dj?show so var undirtøkan lítil, og eingin bjóðaði seg fram sum sangara.

- Vit vistu frammanundan at tað ikki fór at verða nógvir luttakarar á Sandi, men vildu hóast alt koma so víða kring landið sum gjørligt, sigur James Olsen, fyrireikari av kappingini.

 

Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at Ársins Songrødd hevur havt eitt umfar á Sandi, og við lítlu undirtøkuni er ivasamt, um kappingin komandi árini fer at vitja á Sandi.