Ársins ítróttanavn skal finnast

Mikukvøldið varð gjørt av, hvørji fimm ítróttanøvn skulu kappast um heiðurin sum ársins ítróttanavn 2008

Ítróttur

Triðja árið á rað skipar Kringvarpið fyri Stjørnukast-kvøldið, har ársins bestu innan tónleik og ítrótt verða kosin.

Undanfarin ár er hetta gjørt á Rex í Havn, men í ár verður tað á nýliga ístandsetta reinsarínum í Tórsgøtu, at tiltakið fer fram. Hetta hendir týskvøldið 30. desember, og verður sent beinleiðis í bæði út- og sjónvarpið frá kvøldinum.

Tey fimm, sum kappast um heiðurin sum ársins ítróttanavn, vórðu funnin í ítróttakjakinum, sum er partur av ctrl+e í Útvarpinum mikudagar.

Her góvu Hanus Højgaard, Jóannes Jakobsen og Jákup Mørk síni boð uppá, hvørji tey fimm tilnevndu skuldu verða.

Úrslitið gjørdist, at lurtararnir nú kunnu atkvøða millum Pál Joensen, Katrin Olsen, Joan Bláfoss, Bjørk Herup Olsen og EB/Streym. Atkvøðugreiðslan fer fram á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, og 30. desember verður so avdúkað, hvør fær heiðurin sum ársins navn í føroyskum ítrótti 2008.