Tey fimm, sum veljast kann ímillum, eru nominerað, eftir at eitt panel við trimum ítróttarblaðmonnum hevur gjørt sær sínar tankar um ítróttarárið.
Teir tríggir, Finnur Helmsdal, Jákup Mørk og Terji Nielsen, høvdu hvør í sínum lagi grundgivið fyri fimm nøvnum, sum teir hildu áttu heiðurin uppibornan, og sum so var rímiliga breið semja um, hvørji hesi fimm nøvnini skuldu verða. Í alt vórðu nevnliga sjey nøvn á listanum, sum telur hesi fimm: Helgi Dam Ziska (talv), Elspa Mørkøre (svimjing), Katrin Olsen (róður), Heidi Andreasen (svimjing) og B36 (fótbóltur).
Hesi fimm hevði Finnur Helmsdal øll í uppskoti. Terji Nielsn og Jákup Mørk høvdu hvør sítt navn á listanum, sum tó ikki kom við. Tey bæði nøvnini vóru Niclas Eysturoy (badminton) og HB (fótbóltur)
Atkvøðugreiðslan um heitið sum ársins ítróttaravrik fer fram á heimasíðu Útvarpsins, www.uf.fo, og byrjar hon í dag.