ÍF skal hava nýggjan venjara. Tað er greitt, eftir at samráðingarnar við danan Flemming Christensen ikki bóru á mál.
Flemming Christensen hevur í ár vant Effo-liðið hjá ÍF. Avrikið var gott, tí ÍF endaði á silvurmerkjaplássi, og Flemming Christensen varð kosin ársins venjari í Føroyum.
Nú hava samráðingar verið millum ÍF og Flemming Christensen um at halda fram við samstarvinum, men niðurstøðan er, at samstarvið steðgar.
- Flemming hevur gjørt eitt megnar arbeiði í felagnum í 2012, og ÍF leiðslan vildi sjálvsagt hava hann at halda fram í felagnum. Hann fór av landinum beint eftir kappingina fyri at verða saman við familjuni í nakrar dagar og hugsa seg um, um hann vildi halda fram í ÍF.
Flemming hevur tikið støðu til hetta, og tíverri fyri ÍF valdi hann at flyta niðuraftur til Bagsværd, so hann fær brúkt meir tíð saman við familju síni, sigur ÍF á heimasíðuni.
- ÍF vil hervið takka Flemmingi fyri stóra arbeiði, hann hevur gjørt í Fuglafirði tað seinasta árið, og eisini ynskja honum góða eydnu víðari við øllum tí, hann ætlar sær at takast við í framtíðini. Takk fyri, Flemming.
Harvið er greitt, at ÍF nú skal finna sær nýggjan venjara til besta mansliðið.