Jenis av Rana er kommunulækni og løgtingslimur. Hann hevur leingi havt greiðar meiningar um føroyska heilsuverkið.
- Hatta er skelkandi, sigur Jenis av Rana, tá ið hann hoyrir um kanningina hjá Health Consumer Powerhouse, sum Jákup Petersen tók fram í lesarabrævi í gjár.
- Hatta er ikki tann uppfatan, sum vit hava havt av danska heilsuverkinum. Kanska vit hava livað við einari falskari trygd í Føroyum. Vit hava í hvørt fall hildið, at viðgerðirnar í Danmark eru í topp, men hendan kanningin vísir sanniliga nakað annað.
- Hatta er álvarsligt fyri okkum, tí at vit hava somikið tætt samstarv við danska heilsuverkið. Tað er ein sannroynd, at føroyska heilsuverkið er verri enn danska heilsuverkið, og tá ið tað nú vísir seg, at danska heilsuverkið er í botninum av ES-londunum, er støðan alarmerandi hjá føroyska heilsuverkinum.
- Tað er læknaleiðarin á landssjúkrahúsinum, sum hevur ábyrgd av, at støðið á viðgerðunum á nóg gott. Eg haldi, at teir áttu fyri langt síðani at kannað heilsuskipanina hjá okkum, og nú hava teir við hesari kanningini eina enn størri orsøk at seta eina kanning í verk.
- Nýggju upplýsingarnir krevja, at Hans Pauli Strøm, landstýrismaður í almanna- og heilsumálum, setir eina kanning í verk sum skjótast. Hans Pauli er ovasti administrativi myndugleikin á hesum økinum, og tí eigur hann at taka fyrsta stigið, sigur Jenis.
Jákup Petersen heldur, at føroysku politikararnir hava lyndi til at stara seg blindar á danska heilsuverkið, og hann reisti spurningin, um vit skulu byrja at hyggja aðrastaðir at senda sjúklingarnar.
- Eg eri samdur við Jákupi Petersen í, at vit eiga at hyggja eftir øðrum møguleikum. Tá ið Bill Justinusen var landstýrismaður í heilsumálum, royndi hann at fáa eitt samstarv í lag við íslendingar. Avtalan varð ikki til nakað, tí at politikararnir dugdu ikki at síggja nakrar sparingar við at senda sjúklingarnar til Íslands heldur enn til Danmarkar.
- Men tað er skeivt einans at hyggja at krónunum. Vit mugu hyggja at góðskuni av viðgerðunum. Eg haldi, at tað er neyðugt, at vit venda eygunum aðrastaðni, so at vit sleppa undan hesum automatiska sambandinum við Danmark, sigur Jenis.
Jákup Petersen hevði hug til at leggja ábyrgdina til at taka fyrsta stig hjá politikarunum. Marjus Dam og Hans Pauli Strøm vístu tó á, at landssjúkrahúsleiðslan hevur heimild til at gera avtalur við onnur sjúkrahús, og at Løgtingsins uppgáva einans er at játta penning til heilsuverkið, at at sjúkrahúsleiðslan umsitir teir. Men Jenis er ikki samdur við Hans Paula og Marjus:
- Har má eg seta spurnartekin við úttalilsini hjá Hans Paula og Marjus. Føroyska heilsuverkið hevur eina fasta avtalu við Ríkissjúkrahúsið. Vit hava enntá eitt sjúklingahotell har niðri. Mær vitandi hava vit onga fasta avtalu við nakað annað sjúkrahús.
- Har stilli eg meg undir liðina á Jákupi Petersen. Politikararnir eiga at taka fyrsta stigið til at gera avtalur við onnur heilsuverk. Teir mugu skapa føroyingum eins góðar karmar aðrastaðni og í Danmark, sigur Jenis av Rana at enda.