Tað, sum verður skrivað við skráskrift er sjálvar broyting-arnar. Viðmerkingarnar til tey einstøku stykkini eru skrivað við vanligari skrivt:
1 §2, stk. 12. Undir uppi-løgu, verftsuppihaldi v.m. av tí skipi, skipari/stýrimaður vanliga ger tænastu umborð á, kann skipari /stýrimaður og reiðari gera avtalu um, at skipari/-stýrimaður fær loyvi til at gera tænastu við øðrum skipi hjá øðrum reiðara, uttan at missa uppsagnarfreistina, men at hendan tænasta ikki telur við í hansara uppsagnarfreist.
Viðmerking til 1: Í § 2, stk. 8. stendur, Skipari/stýrimaður hevur rætt til:
? 1 mánað uppsagnarfreist, tá viðkomandi hevur verið mynstraður samanhangandi í sama reiðarí í eitt ár.
? 2 mánaðar uppsagnarfreist, tá ið viðkomandi hevur verið mynstraður samanhangandi í sama reiðarí í tvey ár.
Í §2, stk. 10 stendur: »við samanhangandi skilst, at skipari/ stýrimaður ikki hevur verið mynstraður við øðrum reiðaríi/ skipi í millumliggjandi tíð.«
Tað er komið fyri, at skipari hevur mist rættin til uppsagnarhýruna, orsakað av, at viðkomandi hevur verið við skipi hjá øðrum reiðarí, vegna tað, at skipið, viðkomandi var skipari á, lá, tí skipið onga kvotu átti.
§ 2, stk. 12 er fingið inn í sáttmálan, so at skipari og stýrimaður, ið hevur frí frá skipinum viðkomandi, siglir fast við, kann gera avtalu við reiðaríið, um viðkomandi ætlar sær við øðrum reiðaríi, tá skipið viðkomandi er við, ikki er í vinnu, ella at viðkomandi hevur frí ein langan túr, og viðkomandi fer ein stuttan túr við einum øðrum skipi. Fyri at verveita rættin til uppsagnarhýruna, skal viðkomandi tó vera tøkur at fara avstað við skipinum, viðkomandi siglir við, tá skipið skal fara.
Í FSN ætlaðu vit at fáa fylgjandi tekst inn: »Liggur skipið, skipari/ stýrimaður/ stýrimenn vanliga ger tænastu á, og viðkomandi fer við skipi hjá øðum reiðarí ímeðan, skal hetta tó ikki skerja rættin til uppsagnarhýruna, skipari / stýrimaður skal tó verða tøkur, tá skipið fer aftur til fiskiskap«.
Ta orðingina fingu vit ikki semingsmenninar at taka við. Munurin er, at eftir uppskotinum hjá FSN hevur maður skipari/ stýrimaður ikki skyldu at spyrja reiðaríið, um hvat viðkomandi brúkar sína frítíð til.
Í orðingini, sum kom inn í sáttmálan, so missir skipari/stýrimaður ikki rættin til uppsagnarhýruna, um viðkomandi mynstrar við einum øðrum skipi enn tí, sum viðkomandi er fast við, treytin er tó, at viðkomandi skal hava gjørt avtalu við reiðaríið.
1 Í §5, Stk. 1, blivu 3 mánaðir broyttir til 2,5 mánaðir. Í §5, stk. 3 blivu 4 mánaðir broyttir til 3,5 mánaðir. Teksturin er tí nú:
Tá skipari/stýrimaður hevur verið mynstraður við skipi í minst 2,5 mánaðir, hava teir rætt til fría heimferð.
Stk. 2. Skipari/stýrimaður skal tó halda fram í starvinum í upp til ein mánað, um tað verður mett, at skipið í hesum tíðarskeiði kemur í havn, haðani heimferðin fer at kosta munandi minni ella er munandi lagaligari.
Stk.3. Mynstrað verður ikki av í fremmandari havn, fyrr enn avloysari er komin til skipið, og mynstrað er til nýggjan túr. Tó kann reiðari ikki draga túrin út um 3, ávíkavist 3,5 mánaðir, uttan at avloysararnir eru seinkaðir av orsøkum, sum eru reiðaranum óviðkomandi.
Viðmerking til §5, stk. 2 verður sagt, at skipari/stýri-maður skal tó halda fram í starvinum í upp til ein mánað, um tað verður mett at skipið í hesum tíðarskeiði kemur í havn, haðani heimferðin fer at kosta munandi minni ella er munandi lagaligari, so merkir hetta sjálvsagt ikki, at: . . Skipari/stýrimaður skal tó halda fram í starvinum í upp til ein mánað, um tað verður mett, at skipið í hesum tíðarskeiði ikki kemur í havn, haðani heimferðin fer at kosta munandi minni ella er munandi lagaligari. Sagt við øðrum orðum, at um skipið er í eini havn t.d. Harbour Grace, og vantandi kemur aftur í somu havn ein mánað seinni, so gevur tað ikki reiðarínum rætt til at halda skipara/ stýrimanni út um 2,5 mánaðir, tí treytin er, at ferðin kann gerast munandi lagaligari ella bíligari.
1 Í § 10 er komið nýtt stk. 8 og er soljóðandi: §2 stk. 8. Skipari/stýrimaður, ið er bundin at skipinum undir landing í Føroyum, eigur rætt til løn smb. § 15 stk. 2. T. v.s at viðkomandi eigur niðursiglingarhýru fyri ta tíðina.
4 Í §12 er sum nýtt stk. 1 sett: . Royking verður bannað felagshølum umborð.
5 Í § 12 er loyvdur frádráttur fyri proviant dagførdur til at vera 80 kr. pr. dag pr. mann, grundað á prístalið 01012002.
6 Í §20, um søluvirði, er skoytt upp í 1 stk: »Sølugjaldið skal ikki vera hægri enn veruligi kostnaðurin«.
1 Í 25 um inntøkutapstrygging, er treytin, at skipið skal hava ligið í minst 14 dagar fyri at hava rætt til tryggingarútgjald, frá 8. degi, strikað.
1 Nýggj § 34, um eftirútbúgving og skeiðvirksemi, er komin inn í sáttmálan, og er soljóðandi:
Reiðaríið rindar fyri øll kravd skeið, so sum brandskeið og trygdarskeið har reiðaríið skal gjalda skeiðkostnaðin, og skipari/-stýrimaður setur frítíð til fyri at fara á skeið. Eftirútbúgving og skeiðsluttøka uttanlanda verður at avtala millum skipara/stýrimann og reiðaríið.
2. partur
Serreglur (reglur fyri hvønn skipabólk)
9 Í sáttmálanum - Línuskip/snelluskip til ísfisk verður bonusið hjá skiparanum lækkað frá at verða 3,2% til at vera 3%, og hjá stýrimonnunum verður bonusið lækkað frá at vera 1,6% til at vera 1,5% . Prosentini, tá tað eru 13 menn ella færri, lækkaðu tilsvarandi.
Um ein í nøkrum føri kann siga, at kravið hjá Føroya Reiðarafelag hevur verið grundað, so var tað í sáttmálanum fyri línuskip. Søgan í tí málinum er:
Fyrr var tað soleiðis, at í sáttmálanum millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag var tað soleiðis, at reiðaríið fekk ein manningarpart fyri egningarmaskinuna. Í 1986 kravdi FR, at reiðaríini, eftir sáttmálanum millum FSN og FR, skuldu hava ein part fyri egningarmaskinuna. Tað vildu vit í FSN ikki góðtaka í fyrstani, men samdust so um, at loyvt skuldi verða at rokna einn manningarpart fyri egningarmaskinuna, men so skuldu eykapartarnir hjá skipara og stýrimonnum hækka ávikavist frá 3% til 3,2% og frá 1,5% til 1,6%.
Síðan er tað hent, at fyrst bleiv bert at rokna egningarmaskinuni 0,5 part, og so seinni, eg haldi tað var í 99, varð tað strikað í øllum sáttmálum, at loyvt var at rokna egningarmaskinuni part. Sostatt bleiv grundarlagið fyri hækkingini, sum varð gjørd í eykapørtunum hjá skipara og stýrimonnunum, burtur.
1 Í § 42 sáttmálanum fyri kraftblokkaskip við nót og troli. Stk. 1 fyri skip minni enn 1.5000 brt. ( við nót) vóru reglurnar:
Um manningartalið er 12 ella fleiri, um roynt verður við troli, var eykaparturin hjá 2. stýrimanni 0,5 eykapart. FR hevur tó í teirra, broytta sáttmála, sett eykapartin hjá 2. stýrimanni til 0,25 og hava avroknað eftir tí, hóast teir eru gjørdir varugir við, at tað er skeivt.
Um manningartalið var 11 ella minni, svaraði eykaparturin til 0,25 part.
§ 42, stk. 2. Fyri skip minni enn 1.500 brt (við troli) vóru reglurnar:
Skiparin fekk 1,75 eykapart. 1. stýrimaður fekk 0,75 eykapart. 2. stýrimaður fekk 0,25.
Eftir nýggja sáttmálanum er tað nú fyri: Skip minni enn 1500 brt við nót, bæði um manningartalið er 12 ella fleiri og 11 ella minni, og tá somu skip veiða við troli, er eykaparturin hjá 2. stýrimanni broyttur til at vera 0,375 eykapart. T.v.s ein lækking frá 0,5 til 0,375, tá roynt verður við nót og 12 menn ella fleiri eru við, og ein hækking frá 0,25 til 0,375, tá roynt verður við troli, um 11 menn ella færri eru við. Tá roynt verður við troli, er parturin eisini hækkaður frá 0,25 til 0,375 eykapart.
Fyri kraftblokkaskip, yvir 1500 brt, ið royna við nót og troli, var tað soleiðis, at:
Skiparin fekk1,75 eykapart
1 stýrimaður fekk
0,75 eykapart
2. stýrimaður fekk
0,25 eykapart
Sersáttmáli var tó fyri Christian í Grótinum og Krúnborg, ið segði at:
Skiparin fekk1,75 eykapart
1 stýrimaður fekk
0,875 eykapart
2. stýrimaður fekk
0,5 eykapart
Eftir nýggja sáttmálanum er tað nú:
Skiparin fær 1,75 eykapart
1 stýrimaður fær
0,775 eykapart
2. stýrimaður fær
0,5 eykapart.
Sostatt er parturin hjá 1. stýrimanni á Krúnborg og Chr. Í Grótinum lækkaður frá 0,875 til 0,775, og parturin hjá 1. stýrimanni á øllum hinum nóta- og trolskipunum yvir 1500 brt er hækkaður frá 0,75 til 0,775.
Parturin hjá 2. stýrimanni er nú á øllum nóta- og trolskipum yvir 1500 brt 0,5 eykapart.
1 Eykapartarnir í sersáttmálanum fyri JUPITER eru teir somu sum fyri onnur nóta- og trolskip yvir 1500 brti, men býtisprosentið 20.
2 Tað var eingin sáttmáli fyri NORÐBORG, tá teir framleiddu, annahvørt skóru til flak ella heilfrystu.
Nú er sersáttmáli gjørdur fyri NORÐBRG, ið sigur:
Fyri nóta- og trolveiðu utttan viðgerð umborð verður avroknað sambært § 42 í sáttmálanum. Kraftblokkaskip við nót og troli fyri skip omanfyri 1.500 BRT. Parturin til manningina er her 17,5%. Verður ein partur av veiðuni viðgjørdur skal hesin avrokn-ast eftir talvuni niðanfyri. Er meira enn helvtin av veiðuvirðinum virkað vøra verður øll lastin avroknað eftir talvuni niðanfyri.
Tá framleitt verður umborð er parturin til skipara og manningina:
28 mans ella fleiri28,00%
27 mans 27,75%
26 mans27,50%
25 mans27,25%
24 mans27,00%
23 mans26,75%
22 mans26,50%
21 mans26,25%
20 mans26,00%
Aftrat omanfyri nevndu hýru til skipara og manning verða eykapartarnir til skipara og stýrimenn soleiðis:
Skipari1,75 eykapart
1. Stýrimaður
0,825 eykapart
2. Stýrimaður
0,50 eykapart
Er skipið á eini framleiðslu, sum fellur uttanfyri minstulønarskipanina, tryggjar reiðaríið ta alment ásettu inntøkutrygdina.
Tá manning fer umborð ella á land uttanlands sambært skiftisskipan, rindar reiðaríið hesar útreiðslur.
Reglur um avloysaraskipan:
Skipari og stýrimenn øðrumegin og reiðaríið hinu-megin skulu, áðrenn túrur byrjar, avtala eina avloysaraskipan.
Grundarlagið fyri eini slíkari skipan er, at manningin so vítt gjørligt eftir eini frammanundan lagdari ætlan er eina ávísa tíð umborð og í landi.
1 Skipari/stýrimaður og reiðarí kunnu eisini avtala, at inntøkurnar kunnu javnast yvir eitt longri tíðarskeið, so at parturin pr. dag verður tann sami hjá øllum, og at skipari/stýrimaður verður avroknaðir eftir teimum døgum, teir eru umborð. Fyrsta tíðarskeiðið verður frá byrjan til endan av summarsildafiskiskap-inum.
1 Miðað verður eftir, at hvør maður er umborð 2/3 av samlaða dagatalinum, skipið er í vinnu í einum ári.
1 Goldið verður skipara og stýrimonnum fyri hvønn mánað so nær upp á ætlaðu inntøkuna sum gjørligt. Hetta er eisini galdandi fyri teir, sum eru heima.
1 Avloysarar fáa ta dagløn, sum er galdandi í tí skeiði, viðkomandi er umborð.
Verður eitt fast útgjald pr. mánað, kann reiðaríið í slíkum útgjaldi mótrokna útgoldna inntøkutrygd hjá viðkomandi.
1 Í sáttmálanum fyri »Veiðu við trolarum á saltfiska- og flakaveiðu« bleiv skoytt upp í: og/ella at fiskurin verður viðgjørdur, so sum kruvdur, kruvdur og avhøvdaður ella skráskorin v.m.
1 Í sáttmálanum »Frystitrolarar, sum heilfrysta umborð« varð skoytt upp í: Og / ella at fiskurin verður viðgjørdur, so sum kruvdur, kruvdur og avhøvdaður ella skráskorin v.m..
Viðmerking til 12: Til sáttmálan fyri frystitrolarar sum heilfrysta umborð høvdu vit í FSN skotið upp at yvirskriftin bleiv broytt til: »Heilfrystur fiskur er fiskur, sum er frystur við høvdi og gørnum« .
Hví semingsmenninir funnu upp á at koma við einari yvirskrift til henda sáttmálan, sum eisini er skoytt upp í ein annan sáttmála, virkaði heilt løgið, men FSN góðtók uppskotið alíkavæl út frá tí, at teir flestu trolararnir, sum hava brúkt sáttmálan, eru navngivnir til at brúka »Sáttmálan fyri trolarar á saltfiska og flakaveiðu«, sum eisini hevur fingið sama ískoyti.