Undanfarin ár hevur Heimamissiónin í Føroyum havt ársfund sín yvir fleiri dagar, men soleiðis verður ikki í ár.
Avgerð er nevniliga tikin um, at hesin ársfundur verður ein einstakan dag leygardagin 21. apríl frá klokkan til 10 á morgni til kvølds.
Byrjað verður við pallborðsfundi í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum, har sum tikið verður til tríggjar succes-søgur frá missiónsarbeiðinum verða tiknar fram.
Klokkan 14 verður fundurin, tá formansgreiðing, arbeiðsfrágreiðing og fíggjarfrágreiðina verða lagdar fram, samstundis sum fólk fáa høvið at hitta teir einstøku limirnar í stýrinum.
Ársfundurin endar við møti í Meinigheitshúsinum í Havn, har Marius Jacobsen talan og Meinigheitskórið í Havn syngur. Hetta seinasta møtið byrjar klokan 19:30.
Heitið fyri ársmøtið í ár er Gud gav okkum ikki mótloysis anda.
(savnsmynd)