Árstøl hjá Victor Danielsen

1894

Victor Danielsen borin í heim 28. mars í Søldarfirði


1911

Victor Danielsen byrjar á læraraskúla í Havn. Hevur nakað av sambandi við Heimamissiónina og serliga danska trúboðaran hjá heimamissiónini, Ryving-Jensen. Hesa tíðina upplivdi hann eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív. Eftir lokið prógv byrjaði hann sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst sum lærari longu 6 - 7 mánaðir seinni og byrjaði at virka sum trúboðari


1913

»Um heystið 1913 kom Guds kall persónliga til mín. Nú var tíð at venda við og verða frelstur, tað mátti ikki steðga. So fór eg á møti hjá Guds børnum; har væntaði eg mær at fáa hjálp og fekk hana eisini. Eg fann mín frelsara tá«


1914

Liðugur á læraraskúlanum í Havn. Fekk prógv sum tann besti av teimum 10, sum fingu prógv


1916

Victor Danielsen brýtur við kirkjuna, tá hann saman við øðrum verður doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað gjørdist hann ein hin ídnasti trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni


1917

Victor Danielsen týðir sín fyrsta sálm »Tað ið hvør skuggi burtur er horvin« úr enskum »After the earthly shadows have lifted«


1920

Victor Danielsen giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði. Hon andaðist í 1997, og gjørdist 100 ára gomul. Tey fingu níggju børn.


1920

Saman við Jens av Reyni gevur Victor Danielsen fyrstu sálmabókina út, nevnd »Sálmar« úr hondum. Í bókini, sum varð prentað í 1000 eintøkum, eru 85 andaligir sangir


1922

Onnur og økta útgávan av sálmabókini »Sálmar« frá 1920 kemur út. Í bókini eru 121 sangir


1923

Eitt uppískoyti til sálmabókina »Sálmar« kemur út. Talið av sálmum er nú 179.


1923

Victor Danielsen letur úr hondum skaldsøguna »Hin trúfasti lovarin«, sum hann hevur týtt úr donskum eftir J. R. Cacduff


1926

Umframt »Songbók fyri børn« letur Victor Danielsen úr hondum bókina »Fra vantroen til Kristus«, sum hann hevur týtt úr enskum til danskt


1927

Fyrsta skaldsøgan hjá Victor Danielsen kemur út við heitinum »Aðru ferð«. Hetta var onnur skaldsøgan á føroyskum máli


1928

Victor Danielsen og konan, Henrikka flyta til Fuglafjarðar, fyrst í eina lítla íbúð í samkomuhúsinum Siloa, og í 1933 fluttu tey í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði.


1930

Í 1930 varð viðtikið á fundi í Ebenezer at heita á Victor Danielsen um at týða Galatiabrævið til lættskilt føroyskt mál. Galatiabrævið kom út í 1931, og fólk fagnaðu tí væl. Heitt var tí á Victor um at umseta restina av Nýggja Testamenti.


1937

Nýggja Testamenti kom út 30. mars hetta árið. Nakrar vikur seinni kom týðingin hjá Jákup Dahl, prósti, av Nýggja Testamenti út. Victor Danielsen helt fram við at umseta restina av Bíbliuni, Eftir útgávuna av Nýggja Testamenti helt Victor fram við at umseta restina av Bíbliuni, men seinni heimsbardagi tarnaði arbeiðinum nógv


1937

Álmanakkin »Ráðgevari mín« kemur út á fyrsta sinni. Hann var komin í 25. árgang, tá Victor Danielsen doyði í 1961. »Ráðgevari mín« kemur framvegis út hvørt einasta ár. Hesum arbeiðinum tekur sonur Victors, Dánjal Dánjalsson sær av


1947

Seinna skaldsøgan hjá Victori Danielsen »Nei, lyftið sveik ikki« kemur út


1948

Bókin »Tá ið Eingil fylti«, sum Victor Danielsen týddi úr norskum eftir O. F. Walton kemur út



1949

19. mars 1949 var ein søguligur dagur fyri føroyingar, tí tá kom Bíblian á fyrsta sinni út á føroyskum, í umseting Victor Danielsens. Hetta var tungumál nummar 189 sum fekk alla Bíbliuna á móðurmálinum. 12 ár seinni - 27. februar 1961 - kom eisini bíbliutýðingin hjá Jákup Dahl og Osvald Viderø út.


1952

»Songbók Guds Fólks« kemur út. »Nýggja Forlagið« í Fuglafirði gevur hana út. Í sangbókini eru ikki færri enn 1125 sangir


1957

Victor Danielsen letur úr hondum bókina »Tríggjar smásøgur«, sum hann týddi úr íslendskum eftir Guðrun Lárusdóttur


1961

Victor Danielsen letur úr hondum bókina »Hygg á Jesus«, sum hann týddi úr donskum


1961

Victor Danielsen andast 2. februar í Fuglafirði


1964

10 mánaðir áðrenn Victor Danielsen andaðist, byrjaði hann at skriva eina kristiliga grein eina ferð um vikuna í blaðnum »14. september«. Hesar greinar vórðu síðani savnaðar í bókina »Frelsari mín«, sum kom út hetta árið


1973

Bíblian hjá Victor var endurskoðað hetta árið


1979

Skaldsøguna »Hin trúfasti lovarin«, sum VD týddi úr donskum eftir J. R. Cacduff í 1923, kemur útaftur undir heitinum »Gud er trúgvur«


1994

»Fra vantroen til Kristus«, sum Victor Danielsen týddi úr enskum til danskt í 1926, kemur út í føroyskari týðing »Frá vantrúgv til Kristus« í týðing eftir Richard Danielsen