Ruðuleiki at leggja Smyril og Norrønu í miðbýin í Havn

Smyril Line og Strandferðslan eru samd um, at tað er burturvið at gera atløgupláss til nýggju Norrønu og nýggja suðuroyarskipi í miðbýnum í Havn, tí tað fer at føra til ruðuleika í ferðsluni

Samferðsla

Tórshavn: Tað er heilt burturvið at byggja Tórshavnar Havn út fyri at gera atløgupláss til nýggju Norrønu og nýggja Smyril í miðbýnum Í Havn.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni sigur, at tað eru bæði Strandferðslan og Smyril Line samd um.
Hann sigur, at bæði Strandferðslan og Smyril Line hava heldur mælt býráðnum til at kanna eftir um tað ikki ber tilk at finna eina loysn inni á Sundi, so at skipini kunnu brúka havnarlagið har, heldur enn at kroysta skipini inn í hjartað á Havnini.
Reidar Nónfjall sigur, at eitt er, at vanliga verður sagt, at eitt skip skal hava tríggjar til fimm ferðir breiddina av plássið fyri at hava heilt góðar umstøður til at manøvrera og tað hevur nýggja Suðuroyarkskipið ikki, har ætlanin er at leggja tað nú.
? Eitt heilt annað er, at tað verður ruðuleiki í ferðsluni, tá ið tey bæði nyggju skipini verða á Havnini ísenn.
?Tað er longu ruðulleiki í ferðsluni sum er og vit vita við vissu, at tað verður nógva ferðir verri, tá ið tey bæði nýggju skipini fara í sigling, tí øll ferðsla frá skipinum og til skipið skal avgreiðast upp á einar tveir tímar og tað vita vit fer at elva til alstórar trupulleikar.
At parkera bilar aðrastaðni í Havnini, sum skulu við skipunum, trýr hann ikki nogv uppá.
?Ein spurningur er, hvørja støðu Ráiðið fyri Ferðslutrygd og Løgreglan hava til at vegirnir nú skulu brúkast til parkeringspláss hjá bilum, ið skulu við Norrønu
Ein annar spurningur, ið summi seta sær, er, hvussu tað verður at greiða einum fransmanni týskara ella dana, sum skal við Norrønu, frá, at hann skal stilla seg at bíða í Gundadali ella á Oyggjarvegnum.
Hann sigur, at hann veit ikki, um tað ber til at finna eina loysn á Sundi.
Men hann heldur at tað er skeivt, at møguleikin ikki verður kannaður út í æsir, tí Sund er uttanfyri Havnina, har er nógv pláss og øll ferðslan, sum skal norðureftir sleppur frá at koyra ígjøgnum Havnina. Samstundis kann ferðslan, sum skal til Havnar, greinast sundur eftir teimum ymsu ringvegunum , so at trýstið á vegirnar inni í býnum ikki verður størri enn neyðugt, tí tað er ivaleysa stórt sum er.

50-80 ár fram í tíðina
Reidar Nónfjall sigur, at hann vildi mælt til at allir partar seta seg niður og royna at leggja ein langtíðar ætlan, sum røkkur eini 50-80 ár fram í tíðina, sigur Reidar Nónfjall.
Men hann sigur, at ongin tykist at vera áhugaður í eini slíkari viðgerð og tí dugir hann heldur ikki at síggja ,at nøkur slík viðgerð er farin fram.
Hann sigur, at tað tykist sum um at hvør kommuna sær fær loyvi til at gera loysnir, sum gagna henni best einsamallari, uttan at hugsað verður um heildina.
Men her heldur hann, at okkum tørvar ein yvirskipaðan politikk á, t.d, ferðsluøkinum, so at tað verður ein samanhangur í tí, sum verður gjørt og soleiðis at tað gagnar heildini.
Men Men tað er ikki til og hann heldur, at Havnin man vera eindømi, har tað verður útbygt so grovliga mitt í hjartanum á býnum.
?Tað hevði neyvan komið fyri aðrastaðni enn í Havn, at tað varð bygt út til tvey risa skip og har tað bar til at reisa goymslubygningar av stáli og blikki mitt í býnum, eitt hanagleiv frá okkara stjórnarbygningi á Tinganesi, leggur hann afturat.
? Og so hevur útbyggingin í Havn enntá onkuntíð verið nevnt ein fyribils loysn, men 60-70 milliónir má sigast at vera ein dýr fyribilsloysn, leggur hann afturat.