Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, helt røðu á trygdarráðstevnuni í München í dag, har Russland ikki varð nevnt. - Mynd: Alex Brandon/Reuters

Rubio: USA ivasamt um álvaran hjá Russlandi at enda kríggið

Russland sigur seg taka tað í álvara at enda kríggið, men USA ivast, sigur Marco Rubio.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, helt røðu á trygdarráðstevnuni í München í dag, har Russland ikki varð nevnt. - Mynd: Alex Brandon/Reuters

USA er ikki sannført um, at Russland av álvara ætlar at enda kríggið í Ukraina.

Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sum luttekur á trygdarráðstevnu í München í dag.

– Vit vita ikki, um russar eru av álvara ætla at enda kríggið. Tey siga seg vilja.

– Vit fara framhaldandi at royna tað, segði hann sambært Reuters, eftir at hava talað á ráðstevnuni í dag.

Kríggið í Ukraina hevur vart í fleiri ár og byrjaði, tá Russland herjaði á grannalandið í februar 2022.

Amerikanska stjórnin og Donald Trump, forseti, hava í fleiri mánaðir roynt at trýst Ukraina til at slaka fyri Russlandi og skriva undir eina friðaravtalu.

Men Ukraina hevur higartil vrakað nakra avtalu, sum skuldi hava við sær, at Russland skuldi fáa ukrainsk landaøki.

Samstundis hava bæði ukrainska stjórnin og evropeisku sameindu landsins fleiri ferðir lagt dent á, at ein friðaravtala ikki kann gerast uttan at Ukraina og Evropa eru við.

Í dag helt Marco Rubio eina drúgva røðu á trygdarráðstevnuni. Millum annað segði hann, at USA og Evropa hoyra saman.

– Vit ynskja eitt sterkt Evropa. Vit halda, at Evropa skal yvirliva, segði uttanríkisráðharrin í røðu síni.

Tá ið Rubio fer úr München, fer hann til ungarska høvuðsstaðin, Budapest, har hann skal hitta Viktor Orbán, forsætisráðharra.

Orbán verður mettur at vera tann mest russiskt sinnaði leiðarin í ES.

Rubio skal eftir ætlan hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskij í München í dag, sigur ein amerikanskur embætismaður við Reuters.

Í morgun skuldi ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky luttaka í einum kjaki við millum annað aðalskrivaran í Nato, Mark Rutte, um stuðul til Ukraina.

Eitt stórt tal av ríkis- og stjórnarleiðarum eru við á trygdarráðstevnuni, sum heldur fram til sunnudagin. Úr Føroyum hava verið bæði Sirið Stenberg, uttanríkisráðfrú, og Aksel V. Johannesen, lømgðuar

Í ár er 62. útgávan av árligu samkomuni, sum fer fram á einum hotelli í München.

 

/Ritzau/

 

 

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, helt røðu á trygdarráðstevnuni í München í dag, har Russland ikki varð nevnt. - Mynd: Alex Brandon/Reuters