Rudolf Joensen 50 ár

Í dag, 21. mars, fyllir Rudolf Joensen í Havn 50 ár. Rudolf er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann er sonur Onnu og Svend Joensen. Eftir lokið realskúlaprógv var hann til skips, ardeiddi sum timburmaður og var í sjey ár bilførari hjá Føroya Bjór, saman við Sonhard Johannesen,?bjórduoin?, tey róptu. Teir vóru eisini við í tónleikarabólkinum ?Ólavur Presley and his dirty rag-rags?. Í 1989 fór Rudolf á HF skeið, síðan til Danmarkar á RUC (Roskilde Universitets Center). Í 1998 tók hann prógv á Føroya Læraraskúla. Hann arbeiðir sum fólkaskúlalærari við skúlan í Kaldbak. Rudolf hevur verið nógv uppi í sjónleiki, var eina tíð formaður í Klaksvíkar Sjónleikararfelag. Hann var pimus motor í Norðoyastevnuteitinum saman við Eliesar í Pálsstovu og øðrum. Saman við Maibritt Johansen eigur hann 7 ára gamla sonin Virgar. Í dag er hann mest kendur sum ?skíggjatrøllvertur? í gekkasendingini. Ein fryntligur dovragubbi sum vitjar inn í stovurnar fríggjakvøld. Vit ynska Rudolf tillukku við degnum.