Talv
Málið hjá Føroyum var 50 %, ella 26 stig. Tískil komu føroysku telvararnir so tætt at málinum sum til bar við teirra 25,5 stigum. 148 lond telvaðu við í OL og Føroyar vóru styrkismettar sum nr. 80. Lat okkum fyrst hyggja at toppinum.
Armenia vann óvæntað talvolympiaduna. Armenska manningin var óvanliga støðug ígjøgnum alla kappingina við 10 dystarsigrum og 3 javnleikum. Ongantíð var vandi fyri, at teir lótu tryggu leiðsluna frá sær. Armenia var mannað við tveimum sterkum 2700-telvarum - Levon Aronian (2756) og Vladimir Akopian (2706) - og sterkum 2600-telvarum, ið telvaðu sum sannir topptelvarar.
Kina tók tey flestu á bóli við teirra flotta 2. plássi, meðan USA og Ísrael endaðu á 3. plássi. Russisku favorittarnir endaðu á einum skuffandi 6. plássi. Vladimir Kramnik (2729), sum hevur hvílt í hálvt ár orsakað av sjúku, hevði tó framúr úrslit á 1. borði, og fekk heiðurin at hava hægstu avriksstyrkina í OL.
Stjørnuskotið og legendan
Danir og norrmenn vóru væl við áðrenn seinasta umfar. Stórtap førkaðu tó bæði liðini nakað aftur eftir á stigatalvuni. 15 ára gamli Magnus Carlsen (2646) stóð seg væl við 6 stigum av 8. Hann nærkast alsamt 2700-markinum.
Hugaligt er at síggja hvussu væl 75 ára gamli Viktor Korchnoi (2611) framvegis kann telva. Hann hevur í umleið 30 ár telvað fyri Sveis, og í Torino fekk hann 6 stig av 10 á 1. borði. Úrslitið samsvarar við ratingtal hansara og tískil er hann framvegis omanfyri 2600-markinum.
Góðtikið
Úrslitið hjá Føroyum er á heilt góðari leið. Tríggjar ferðir vunnu Føroyar 4-0, og tað er óhoyrt. Hóast tað gekk væl í seinnu helvt, vórðu føroysku úrslitini sum heild ov óstøðug.
Við einum 3-1 sigri í 13. og seinasta umfari, høvdu Føroyar kunnað rokkið málinum (50%). Føroyingar vunnu tó ´einans` 2,5-1,5 á Uruguay . Hans Kristian vann sítt talv, meðan John Arni Nilssen, John Rødgaard og Helgi Dam Ziska leiktu javnt. Serliga hevði Helgi møguleikar at vinna, og harvið fáa Føroyar upp á 50 %, men so varð ikki. John hevði somuleiðis góða støðu í endatalvinum.
John Arni, 31, stóð seg væl á 1. borði. Eins og Rødgaard, hevði John Arni eina góða seinnu helvt. John Arni telvaði ímóti fimm stórmeistarum og fekk samanlagt 2,5 stig móti teimum. Talvið hesa vikuna er sigurin hjá honum ímóti GM Amonatov (2569).
Toppskorarin
51 ára gamli John Rødgaard stóð seg enn einaferð sera væl. John, ið nú hevur telvað yvir 150 landsliðstalv, varð toppskorari við 7 stigum av 11. Eftir tunga byrjan, vann Mr. OL fýra talv á rað og varð síðani tryggur seinastu umførini við fýra góðum javnleikum móti sterkari mótstøðu. Rødgaard hevur framvegis ómetaliga stóran týdning fyri føroyska landsliðið. Teir royndu menninir stóðu seg hesaferð betur enn ungu talentini.
Helgi D. Ziska, 15, telvaði flestu dystirnar hjá Føroyum. Bert eina ferð sat hann uttanfyri. Eins og John Arni, fekk Helgi 50% skoru. Hóast ongan norm á hesum sinni, prógvaði Helgi sítt støðið.
Eykamaðurin slapp framat
Hans Kristian Simonsen, 22, reisti seg eftir sløk úrslit her heima á klettunum í seinastuni. Hans Kristian, sum varð úttikin sum eykamaður, slapp at royna seg heili tíggjur ferðir og fekk 5,5 stig. Liðleiðarin Finnbjørn Vang legði helst tíðliga í kappingini til merkis, at kollfirðingurin var í betri dagsformi enn Martin Poulsen. Tískil varð tað í roynd og veru Martin, sum varð eykamaður.
Á føroyska liðnum var tað nevniliga bert Martin Poulsen, 22, sum fall ímillum. Martin fekk 1,5 stig av 8. Telving hansara sveik á hesum sinni, men føroyameistarin er treiskur og kemur ivaleyst sterkt aftur. Leggið í geyma, at Martin hevði svarta fólkið í 6 av sínum 8 talvum, og at hann hitti sera sterka mótstøðu; 3 stórmeistarar (GM) og 3 altjóða meistarar (IM).
Í 2008 verður OL telvað í Dresden í Týsklandi.
OL 2006 endaliga støðan
1Armenia36,0
2Kina34,0
3USA33,0
4Ísrael33,0
5Ungarn32,5
6Russland32,0
7Frankaríki32,0
8Ukreina32,0
9Bulgaria32,0
10Spania32,0
--------------------------------
17Svøriki30,5
19England30,5
20Danmark30,0
31Norra29,5
45Ísland28,5
52Skotland28,0
62Finnland27,0
82Føroyar 25,5
148Virgin Islands(us)10,5
Einkultúrslitini:
1John Arni Nilssen5,5 av 11
2Martin Poulsen1,5 av 8
3John Rødgaard7,0 av 11
4Helgi Dam Ziska6,0 av 12
5Hans Kristian Simonsen5,5 av 10