Noreg: Tað ljóðar so vakurt í lýsingunum frá Smyril Line. “Tak bilin við tær til Noregs. Og njót eina góða summarfrítíð í hesum vakra landinum!”
Vit avgjørdu at royna, um tað var so. Og tað var so!
Frammanundan ferðini høvdu vit vissað okkum um, at ein slíkur húsbilur var tøkur. Hetta gjørdu vit umvegis Smyril Line, sum fekk samband við Vest Caravanutleie í Hylkje, nakað uttanfyri Bergen.
Hetta er eitt gott stað, um ein skal tosa um at leiga ella keypa sær ein slíkan húsbil. Hevur ein brúk fyri onkrum luti til summarhúsið ella summarbilin, so fæst tað eisini her.
Uttanfyri stóð ein hópur av øllum teim møguleikunum, sum fólk hava at búleikast í, um tey ynskja eina aðra feriu enn ta vanligu.
Her sást ein røð av húsbilum, eitt enn størri tal av campingvognum og eitt gott úrval av rullandi summarhúsum. Tað er bert prísurin sum ger av, hvat av hesum tilboðunum tú ætlar tær.
Fryntligu starvsfólkini svara tær fegin uppá spurningar tínar. Tú ert komin á staðið, har summarfrítíð tín kann byrja.
Høgt kilometurtal
Talið á húsbilum er nógv økt tey seinnu árini. Summi gera ikki mætari enn at keypa sær ein slíkan, meðan onnur heldur velja at leiga sær ein, m.a. her hjá Vest Caravan.
Tey hava drúgvar royndir í slíkari útleigan, og vita tí, hvat viðskiftafólkini hava tørv á við húsbilunum.
Skipanin er hon, at tú fært bilin millum kl. 14 og 16 á degi, og skal koma aftur við honum til ásetta tíð áðrenn kl. 12. Tá skal hann vera í sama standi, sum tá ein fekk hann.
Tá bilurin verður latin inn aftur skal hann vera reinur bæði innan og uttan, rottangin skal vera tømdur og vaskaður aftur, og eingi tekin um skeiva nýtslu skulu vera at síggja. Ein kann tøma rottangan og vaska bilin sjálvur, men hevur ein heldur hug at lata fólk hjá fyritøkuni gera tað, so kann tað eisini gerast fyri eina ávísa - rættiliga stóra - upphædd. Hevur ein brúkt gass, so rindar tú eina lítla upphædd fyri tað.
Við í prísinum eru 350 km koyring um dagin, annars verður goldin ávís upphædd, um ein hevur koyrt meiri enn hetta. Hóast nógv verður koyrt, er trupult at koma upp um hesar 350 km. um dagin í miðal.
Teir flestu vegirnir í Noregi eru ikki júst slíkir, har til ber at koyra við serliga stórari miðalferð!
Millimetrarnir nýttir
Hylkje liggur bert fáar kilometrar frá Bergen, og tí er ein loysn at taka egnan bil við Norrönu. Tit fylla hann við seingjarklæðum og øllum tí, sum tit vænta at fáa brúk fyri og koyra so út um býin.
Meðan maðurin í húsinum (ella bilinum) ordnar alt pappírsarbeiðið í sambandi við útleiganina, kunnu hini í familjuni innrætta bústaðin, ein skal húsast í teir næstu mongu dagarnar: Klæðir, leikur og annað verður lagt í tey nógvu skápini umborð, samstundis sum ein fær eyga á, hvussu praktiskt ein slíkur bilur er skapaður.
Her er hvør millimetur nýttur til fulnar. Tey bæði borðini og benkurnir kunnu umskapast til eina dupultsong og eina einkultsong eftir stuttari løtu. Børnini munnu vera mest spent eftir at kunna sova í ovaru koyggjuni, sum er omanfyri førarahúsið.
Undir benkrunum er ein stórur tangi við vatni og ein hópur av øðrum leidningum og tólum, m.a. eini oljufýring, sum gera sítt til, at hesin bilurin er sum eitt rullandi summarhús á norsku vegunum.
Ein lítil, men kortini væl útgjørdur køkur við vaski, kókiplátum og køliskápi, bæði til el og gass, hoyrir sjálvandi við, eins væl og eitt toilett við brúsu.
Uden mad og drikke, duger sjaføren ikke!
Myrkalegging og DVD
Undir koyring mugu øll sita íbundin trygdarseðlar við borðini. Men hvat ger tað, tá ein kann spæla kort, tekna ella leggja puslispæl samstundis. Hevur ein ikki hug til tað, ber til at hyggja eftir einum dvd-filmi.
Bilarnir eru nevniliga útgjørdir við sjónvarpsantennu, flatskermi og einum dvd-spælara. Tí er einfalt at stytta sær stundir við hesum, um ein hevur hug til tað og ein gerst troyttur at trøunum, sum súsa framvið vindeyganum.
Av tí at bilurin bert hevur eina rúmið, sum er karmur um virksemi á degi og nátt, eru svartar gardinur fyri øll vindeygu. Hevur ein tí hug at hyggja eftir filmi um dagin, er lætt at myrkaleggja rúmið, soleiðis at tað gerst bølaniða innanbils.
Uttanfyri eru markisur í teirri síðuni, har útgongdin er. Hjá útleigaranum ber til at leiga borð og stólar og skaffigreiðir, og tí er einfalt at njóta máltíðirnar uttandura - eisini tá tað regnar.
Nevnast kann eisini, at súkklustativ fylgja við, og tí ber væl til at fara túrar við súkklu burtur frá bilinum, um hugur er til tað.
Ræðast ikki regnið
Nú er alt pappírsarbeiðið fingið í rættlag. Væl nøgdur og spentur kemur maðurin handan róðrið aftur við loyvinum at koyra við hesum bilinum tær næstu tvær vikurnar.
Í dag er týsdagur og klokkan er farin av 2. Nú skulu vit bert hugna okkum í tvær vikur, áðrenn bilurin skal latast inn aftur
So er bert eftir at leggja leiðina út í vøkru norsku náttúruna. Men hvat - nú er svongdin farin at gera um seg.
Lukkutíð fyri tey ferðandi, liggur ein stóru mathandil fáar hundrað metrar frá leigustaðnum. Her ber til at keypa inn og fylla sær køliskápið við mati.
Her á parkeringsøkinum við matvøruhandilin kemur matur og heitt drekka á borðið eftir lítlari løtu.
Uttanfyri hómast nakrir dropar. Men hvat ger tað - summarfrítíðin við húsbilinum er byrjað.
So kann regn vera regn!