Sethús, randarhús, tvíhús og raðhús. Kanska ymisk í sniði, men grundleggjandi rættuliga lík. Í Hafnarfjørðinum sunnanfyri Reykjavík eru nógv vøkur sethús, og sigast má, at í sethúsaøkjunum eru tað nógvir hafnarfirðingar, sum gera nógv við at røkta urtagarðin hjá sær. Og ein føroyingur staddur í Hafnarfjørðinum kann fáa nógva tíð at ganga við at hyggja eftir vøkrum sethúsum, og at hyggja eftir vøkrum urtagørðum.
“Rullikøkan”
Komin til býlingin í Hafnarfirði, sum nevnist Setberg máttu vit føroyingarnir, sum vóru í ferðalagi saman steðga upp eina løtu, og gapa av undran. Á einari høvd omanfyri vegin stóðu eini stuttlig gul “hús”. Men tey vóru púrasta rund, og sjálvt vindeyguni í húsinum vóru rund. Vit smíltust og brosaðu øll, og tað var breið semja okkara millum, at vit nú høvdu sæð løgnastu og stuttligastu húsini nakrantíð. Vit skuldu búgva eina viku í økinum beint niðanfyri “tunnina”, sum vit valdu at nevna løgnu gulu húsini. Og teir fyrstu dagarnar brúktu vit “tunnina”, sum ein varða, tá vit skuldu finna heimaftur.
Bakarameistari
Men vit fingu skjótt at vita, at talan var ikki um eina “tunnu”. Regin Grímsson Eysturoy, sum hevur búð í Hafnarfirði í mong ár fortaldi okkum, at talan var um ein bakarameistara, sum átti tey løgnu, gulu húsini í Setbergsbýlinginum í Hafnarfirði. Maðurin var so stoltur og glaður av sínum starvi, at hann hevði valt at symbolisera starvið hjá sær, tá hann bygdi sær eini nýggj sethús. Og tí hevði hesin íslendski bakarameistarin heilt einfalt biðið ein byggifrøðing tekna eini hús, sum hava sniði á einari rullukøku. Og sum lesarin sær á myndunum, so eru bæði byggifrøðingur og byggiharri komnir væl frá úrslitinum. Stuttligt við fólki, sum velur at gera okkurt øðrvísi. So kunnu vit hvør í sínum lagi ímynda okkum hvussu tey ymisku húsasniðini høvdu verið, um teir ymisku starvsbólkarnir í samfelagnum høvdu valt at fylgja bakarameistaranum í Hafnarfirði. Bakarameistarin var tíverri burturstaddur í summarferiu, og tí eydnaðist tað ikki at fáa eina samrøðu við hann. Men vit lata myndirnar frá Hafnarfjørðinum tala fyri seg.