KLAKSVÍK: Alt var øðrvísi.
Gulu vestarnir, sum vaktarfólki í KÍ-høllini vóru ílatin, vóru fyrstu boðini um, at talan var um heilt serligar dystir í vikuskiftinum.
Nýggj klokka á vegginum, nýggj mál á vøllinum og VIP-pláss á áskoðaraplássunum. Yvir øðrum málinum veitraðu føroyska, rumenska og danska flaggið, á vøllinum runnu hondbóltsspælarar úr eystureuropa, og á áskoðaraplássunum sóust fremmand fløgg og fremmand fólk.
Jú, tað var alt øðrvísi, enn tað er, tá landskappingardystir verða spældir í KÍ-høllini, og tað var einki at siga til. Fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru Europa-Cup dystir í hondbólti spældir í Klaksvík, og luftin var tjúkk av spenningi og forvæntningum til dystin.
Tey mundu verða fá ? og neyvan eingin, sum hevði sæð rumenska liðið vant hóskvøldið ? sum ivaðust í, hvør fór at vinna dystin, men tað kom eitt sindur óvart á, at Stjørnan skuldi fáa so nógv mál.
Tær smærru stórar í álopspælinum
Báðar dystirnar skoraðu kvinnurnar úr Klaksvík 19 mál, og hóast tað ikki stóð mát við tey 38 og 46 hjá Silcotub Zalau, so var talan um gott avrik, tí rumenska liðið var eitt fram úr gott hondbóltslið.
Serliga í verjupartinum kom til góðar, at fleiri av rumensku spælarunum vóru høgir, meðan tað í álopspartinum vóru tær smærru og kvikaru, sum stóðu fyri tí mesta. Vongirnir vóru sum snarljós fram við síðulinjuni, og málverjarnir tveittu hart, langt og neyvt, so tað var vónleyst hjá Stjørnuni at verja fyri, tá rumenar fóru í mótálop.
Tá rumenar ikki spældu skjótt fram á vøllin, var trupult hjá Stjørnuni at halda teimum aftur, tá skjótu kombinatiónirnar vóru koyrdar ígjøgnum.
Seinna dystin vísti rumenska Alina Maereu (sum sat yvir fyrra dystin) slíkt spæl, sum neyvan áður hevur verið at sæð av konufólki í Føroyum. Hon var millum teir smærru spælararnar, men hon hevði sovorðið fótskifti og so neyvt skot, at hon helst hevði klárað álopspartin hjá rumenum einsamøll, um tað skuldi verið.
Fyrsta partin av seinna dystinum var tað eisini hon, sum var stjørnan. Hon skoraði trý tey fyrstu málini, og serliga í fyrra hálvleiki var tað serliga hon sum syrgdi fyri, at Stjørnan í stórum løtum var runnin um koll.
Skaðar gjørdu fortreð
Undir seinasta partinum av upphitingini tll fyrra dystin fekk málverjin hjá Stjørnuni, Johanna Mikkelsen, sum í fjør var ein týðandi orsøk til silvurplássið hjá Klaksvíkskvinnum, skaða í beini, og hon mátti tí í evstu løtu taka seg aftur.
Tað var ivaleyst ein smeitur fyri liðið, tí umframt at standa væl millum stengurnar, stýrir Johanna eisini væl í verjuspælinum.
Álit var tí sett á Maibritt Sivertsen og Gunvør Høgnesen um at verja málið.Tær høvdu onkrar góðar bjargingar ? serliga í fyrra dystinum ? men sum oftast kláraðu tær einki at gera við skotini hjá rumensku kvinnunum.
Og tað var eisini ein smeitur fyri Stjørnuliðið, at liðskiparin, Sólva Eystberg, fekk álvarsaman skaða í ryggin tíðliga í seinna dystin og noyddist at gevast.
Fótaðu sær
nøkunlunda
Tað var serliga fyrsta partin av dystunum, at munurin millum føroyska og rumenska liðið var eyðsýndur.
Rumenar nærum runnu Stjørnuliðið um koll fyrstu 10 minuttirnar, og báðar dystirnar var ein fullkomin niðurspæling av Stjørnuni fyri framman. Men Klaksvíkskvinnurnar fótaðu sær so nøkunlunda báðu ferðirnar, og hóast munurin vaks stóran partin av dystinum, kláraðu tær á heimaliðnum at gera nógv mál, og í einstøkum førðum kláraðu tær eisini at arga rumenska liðið í verjuspælinum.
Stjørnan hevur vant nógv og hart síðani juni mánaða, og tað var ikki orsaka av venjingarstøðuni, at tapini gjørdust so stór. Serliga fyrra dystin dystin fylgdu kvinnurnar á Stjørnuliðnum við rumenska liðnum, men Silcotub hevði heilt einfalt so nógvar góðar spælarar, sum kundu so nógv, at tað var vónleyst at forða fyri einum stórtapi, hóast venjingarstøðan hjá Stjørnukvinnunum var so góð, um hon ongantíð áður hevur verið.
Glottar vóru í spælinum hjá Stjørnuni, sum til tíðir kláraði rættiliga at spæla seg ígjøgnum rumensku verjuna.
Joan Midjord Joensen stóð í báðum dystunum fyri einastu veruligu gjøgnumbrotunum mitt fyri. Hon smeyg sær nakrar ferðir fram við og snýtti stóru spælararnar, áðrenn hon skoraði.
Fyrra dystin hevði vonguriní høgru, Adryana Milodanovic, fleiri góð gjøgnumbrot, men hon var rættiliga anonym seinna dystin.
Og í seinna dystinum eydnaðist tað nakrar ferðir Anniku Ljósstein at hoppa upp um rumensku blokadurnar og drøna skot móti málinum.
Spælararnir mugu
ikki fara niður
Báðar dystirnar var rumenskt stórspæl at síggja, men hvørgu ferðina hevði Stjørnan nakað at skammast fyri, tí tær stríddust væl, royndu allatíðina at ger mál, og gjørdu eisini fleiri mál, enn væntað varð frammanundan.
Stjørnan, sum legði harðliga fyri í landskappingini fyri lítlari viku síðani, hevur eisini givið hinum feløgunum í Føroyum boð um, at tær ætla nakað í ár. Eitt er ein avbjóðing og eitt upplivilsi í Europa-Cup, men tað hevur eisini við sær sera góða venjingarstøðu tíðliga á hondbóltsárinum.
? Uppgávan hjá spælarunum verður nú at halda fast um góðu gongdina eftir hesar Europa-Cup dystinar. Tað er ómetaliga týdningarmikið, at teir ikki fara niður eftir hetta stóra upplivilsi, sigur Rógvi Nielsen, sum hevur verið venjari hjá Stjørnuni til Europa-Cup dystirnar. Hann er farin aftur til Danmarkar, og nú er tað jugoslaviska Vesna Tomajek, sum fer at standa fyri venjingini.
Og longu komandi vikuskiftið verður tað aftur gerandisdagur hjá Stjørnuni. Tá fara tær at spæla landskappingardyst, og tá hava tær møguleikan aftur at gerast røttu stjørnurnar á vøllinum.